Manchester United arbeiðir av øllum alvi at fáa Radamel Falcao kunngjørdan sum Manchester United spælari. Hann skiftir frá Monaco, sum í fjør keypti hann fyri eina hálva milliard frá Atletico Madrid.
Les eisini: Radamel Falcao til Manchester United
Avtalan er fyribils ein leigu sáttmáli fyri hetta kappingarárið. Kostnaður fyri árið er áleið 50 milliónir krónur, umframt at framherjin úr Kolumbia skal hava eina vikuløn upp á áleið tríggjar milliónir krónur. Hetta er sambært bretskum fjølmiðlum met í Premier League.
Fyri at gera pláss fyri Radamel Falcao, so hevur Manchester United útleigað Javier Hernandez til Real Madrid og hevur góðtikið eitt boð upp á Danny Welbeck frá Arsenal. Eitt boð upp á áleið 120 milliónir krónur. Umframt tað, so hevur Manchester United selt Shinji Kagawa til Borussia Dortmund.
Eisini hevur Manchester United roynt at selt Tom Cleverley, men hvørki Everton ella Aston Villa komu á mál við samráðingunum við Manchester United, sum hevur kunngjørt Daley Blind, sonur navnframa hollendska miðverjan Danny Blind, sum nýggjan í hópinum fyri áleið 140 milliónir krónur.
Flytingarvindeygað er latið aftur og Radamel Falcao hevur staðið læknakanningina. Nú er bara spurningur um minuttir áðrenn Radamel Falcao verður kunngjørdur sum Manchester United spælari.