Falski profilurin slettaður

Borgarstjórin ynskir, at løgreglan roynir at finna fram til viðkomandi, ið stjól samleika hennara á Facebook

Hóskvøldið bar in.fo tíðindi um, at onkur hevði upprættað ein Facebook profil í navninum hjá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn. Annika Olsen gjørdist illa við, tá hon frætti frá fleiri, at onkur hevði skrivað privat boð til teirra frá einum profili í hennara navni. 

 

- Hetta er lítið hugaligt. Eg haldi hetta er sjokerandi, og eg havi tosað við kt-fólkini hjá kommununi um, hvat kann gerast, og eg ætli eisini víðari við hesum, og ætli at vita, hvat løgreglan sigur um hetta, segði Annika Olsen við in.fo hóskvøldið.

 

 

Hóskvøldið skrivaði hon eisini hesi boðini á sín veruliga Facebook vanga:

 


"Fráboðan um fb svindlarí. Onkur hevur upprættað ein profil í mínum navni. Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða viðkomandi at farid verður víðari í hesum máli!"

 

 

Í morgun segði brogarstjórin við Kringvarpið, at stutt eftir, at hon hon hevði skrivað hasi boðini um, at hon ætlaði sær víðari við málinum, varð falski Facebook vangin slettaður. Hon veit ikki, hvør tað var, ið hevði upprættað hann, og hon veit ikki, hvat endamálið var, men hon hevur tosað við løgregluna, og hóast tað er torført at finna útav, hvør stóð handan falska profilin, so ynskir hon, at løgreglan arbeiðir víðari við málinum og roynir at finna fram til viðkomandi, ið stjól samleika hennara á Facebook.