Føroya Politi hevur seinasta mánaðin fingið tvær fráboðanir um brúk av følskum pengaseðlum.
Tað skrivar politiið á Facebook-síðu síni í dag.
– Vit vita, at annað brotið er framt áðrenn 16. november í 2022, og at seinna brotið er framt áðrenn 3. apríl 2023.
Peningafalsan er eitt álvarsamt lógarbrot, og politiið kannar málið í løtuni.
Politiið ynskir tí at hoyra frá fólki og fyritøkum, sum møguliga hava verið fyri peningafalsan.
– Um nakar hevur sæð ella hoyrt eitthvørt um málið, vinarliga setið tykkum í samband við politiið á tlf. 351448 ella 114, skrivar Føroya Politi.