Vit hava ikki sæð nógv til familjupolitikkin hjá sitandi samgongu. Ynskja vit at gerast fleiri búgvandi í Føroyum, og harvið fáa eina størri arbeiðsmegi, eiga vit at geva tí einstøku familjuni góðar umstøður at liva í okkara landi.
Vit eiga at arbeiða fyri at familjan kann vaksa, uttan at tað skal gerast ein peningarlig forðing.
Fleiri vit eru at bera byrðarnar, lættari er at fáa framgongd í búskapinum og harvið størri arbeiðsmegi.
Hyggja vit eftir fólkatalinum trý tey seinastu árini, síggja vit ikki nakran ítøkiligan vøkstur. Í mai 2007 búðu 48.296 fólk í Føroyum, og er tað ein vøkstur við bert 93 fólkum.
Greitt er, at vilja vit verða 80.000 fólk um 20 ár, má okkurt meira ítøkiligt gerast, so familjan fær betri møguleikar at liva her heima.
Vit skulu sjálvandi eisini gera tað møguligt hjá fólki at flyta til Føroyar, men vit mugu fyrst og fremst hugsa um tey, ið longu eru búgvandi her.
Vit eiga t. d. at gera tað møguligt fyri familjuna at konan ella maðurin kann vera heima í eitt ár við fullum rætti at fáa barsilspening alt árið, at fáa dupultan barnafrádrátt, tá ið triðja barnið kemur, og at lætta um við flutningi, sum Miðflokkurin fyrr hevur skotið upp. Møguleiki skal vera fyri at keypa ein familjubil bíligari, sum er bæði tryggari og lættari, hjá einari familju at nýta.
Við tí politikki, sitandi samgonga setur á dagskránna, verður ikki hugsað nógv um familjuna, men ivamál er ikki í, at vit fara at hoyra somu samgonguflokkar lova familjuni bæði gull og grønar skógir, nú tað fer at stunda móti einum nýggjum lógtingsvali.
Sum gongdin er nú, er ikki møguligt fyri meira enn einum ávísum vøkstri, tí vit hava ikki nokk av arbeiðsmegi.
Miðflokkurin hevur ta áskoðan, at familjan er hornasteinurin í samfelagnum og setur tí altíð familjuna á dagskránna. Tíðin er nú komin til eitt vaktarskifti, so at hetta kann setast í verk.