Familjan Knudsen: Fýra gul og eitt reytt kort í sama dysti

Tað var ein hendingaríkur dagur í Kundsen húskinum, tá NSÍ spældi í Sarpugerði

Tað var ein hendingaríkur dagur í Kundsen húskinum, tá NSÍ spældi í Sarpugerði fríggjakvøldið. Víkingur vann dystin 1-0 við einum framúr máli, sum Ari Olsen skoraði.

Sermerkt fyri dystin var, at Knudsen familjan fekk ikki færri enn fýra gul kort eitt reytt kort í dystinum. Jens Martin Knudsen er hjálparvenjari, meðan synirnir, Petur Knudsen og Aron Kundsen, báðir byrjaðu inni.

Aron Knudsen bleiv útvístur í seinna hálvleiki, tá hann fekk sítt seinna gula kort.Petur Knudsen fekk eisini eitt gult stutt fyri dystarlok, umframt at hann brendi eitt brotsspark í leypi av dystinum.

Hartil fekk Jens Martin Knudsen eisini eitt gult kort í leypi av dystinum, fyri at vísa sína ónøgd við dømingina. Hetta er eitt nýtt amboð, sum dómararnir hava fingið til kappingarárið í ár, har teir kunnu velja at geva gult kort, heldur enn bara átalu ella burturvísing.

##med2##