Síðan hin 31. oktober hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, men ikki fyrr enn nú velur familjan at bróta tøgnina. Hetta hendi í beinleiðis sjónvarpi, har familjan í kvøld kom við einari beinleiðis áheitan á tann ella tey ókendu, sum sambært løgregluni hava rænt Anne-Elisabeth Hagen.
- Fyri familjuna er tað sjálvsagt eitt, sum hevur størst týdning. Tey ynskja at fáa hana heim so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. Vit ynskja eisini at koma í betri og øðrvísi samskifti við tey, sum hava Anne-Elisabeth, sigur sakførarin hjá familjuni, Svein Holden, í sendingini Åsted Norge í norska TV2.
Hann leggur dent á, at familjan Hagen gjarna vil í samband við møguligu ránararnar.
- Um vit fáa staðfest, at hon hevur tað gott, ynskja vit at finna eina loysn, so hon kann koma heim til síni kæru í góðum standi, sigur Svein Holden.
Anne-Elisabeth Hagen er gift miljarderinum, Tom Hagen, sum sambært norska fíggjarmiðlinum - Kapital – liggur nummar 172 á listanum yvir 400 teir ríkastu persónarnar í Noregi. Ikki fyrr enn tíggju vikur eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, fór løgreglan í miðlarnar og fortaldi um eygnarívandi og óhugnaliga málið.
At hendingin ikki varð almannakunngjørd fyrr enn herfyri, hevur sambært norsku løgregluni við trygdina hjá familjuni at gera. Undir kanningararbeiðnum vórðu funnin eini skrivlig boð í heiminum hjá familjuni, har krøv verða sett um loysigjald og hóttanir móti lívinum hjá hini 68 ára gomlu.
Sum skilst, hóttu ránararnir við at taka lívið av Anne-Elisabeth Hagen, um løgregla ella miðlar fingu at vita um ránið, og tað hevur ljóðað, at kravið um loysigjald snúði seg um 85 miljónir norskar krónur. Men, norska løgreglan hevur mælt familjuni til ikki at ganga kravinum á møti, men løgreglan hevur ikki viljað váttað, hvussu stórt kravið hjá ránsmonnunum er.
Tí hevur familjan heldur ikki viljað úttalað seg um hendingina – ikki fyrr enn nú. Í eini samrøðu við norska TV2 fortelur sakførarin, Svein Holden, at familjan kennur vónloysi og hjálparloysi yvir støðuna og ræðuligu óvissuna, soleiðis sum støðan er.
Norska løgreglan hevur fingið ein hóp av fráboðanum, síðan málið varð almannakunngjørt fyri nøkrum døgum síðan, men higartil hava hesar fráboðanir ikki ført til, at løgreglan hevur fingið samband við persónar, sum eru eftirlýstir í málinum.
Anne-Elisabeth Falkevik Hagen og Tom Hagen eiga trý børn og fleiri ommu-og abbabørn.