Familjur hjá teimum 346, sum doyðu í tveimum vanlukkum, har flogfør av slagnum Boeing 737 MAX duttu niður, fáa hvør eina upphædd svarandi til eina slaka millión krónur.
Hesum boða tveir advokatar frá, Ken Feinberg o Camille S. Biros, sum umsita hjálpargrunnin hjá Boeing.
Grunnurin varð stovnaður í juli.
Flogfør av lsagnum Boeing 737 MAX hava havt flúgviforboð síðani mars. Orsøkin er tvær álvarsamar vanlukkur, har flogfør av hesum slagnum duttu niður, beint eftir at tey vóru farin á flog í ávikavist Etiopia og Indonesia.
Familjurnar hjá teimum deyðu kunnu søkja um at fáa útgoldnar 144.500 dollarar, sum fíggjarligi stuðulin frá Boeing ljóðar uppá. Tað eru umleið 982.000 krónur í okkara pengum.
Hetta hevur tó onga treyt um, at familjurnar so ikki seta fram onnur endurgjaldskrøv ímóti Boeing.
– Stovnanin av hesum grunni er eitt týdningarmikið fet í okkara royndum at hjálpa raktu familjunum, sigur stjórin hjá Boeing, Dennis Muilenburg, í eini fráboðan.
Flogframleiðarin boðaði í juli frá, at umframt tær 50 milliónir dollararnir, sum verða býttir út gjøgnum grunnin, verður stovnaður enn ein grunnur við eini tilsvarandi upphædd. Hann skal stuðla millum annað útbúgving í raktu økjunum.
/ritzau/Reuters