–Tað bøtir ikki um stríðið móti fátækradømi at hava alment mark. Mátini kunnu brúkast at stuðla politikkinum, men kanningar á økinum høvdu verið meir eftirfarandi. Tað kann tó fyri nógv tykjast løgi at brúka pengar til kanningar, samstundis sum nógvar familjur ikki hava ráð at halda jól, staðfestir Heri Petersen, fulltrúi í almannamálaráðnum, ið eisini samskipaði arbeiðsbólkin, sum í 2014 skrivaði álit um eitt føroyskt fátækramark
Heri Petersen heldur ikki, at eitt alment fátækramárk hevði ávirkað myndugleikar og framd átøk.
– Orsøkin til, at tað ikki hevði gjørt um er, at tú fært ikki eitt fátækramark, sum hóskar øllum, staðfestir hann.
Les eisini: Væntar at færri verða í fátækraváka
Hann greiðir víðari frá, at í álitinum um eitt føroyskt fátækramark viðgjødi arbeiðsbólkurin ymiskar háttir at seta eitt fátækramark á, men til dømis var bústaðarútreiðslan, sum er ein stórur fíggjarligur postur hjá summum og ókeypis hjá øðrum, ikki við.
– Vit hugdu at, hvat tað kostar at liva og gjørdu kanningar, og hóast bústaðarútreiðslan hevur týdning, so var hon ikki við í kanningini, tí summi hava høgar og summi ongar útreiðslur á hesum postinum. Setur man eitt mark, so eru fleiri, ið ikki kenna seg aftur, tí umstøðunar eru ymiskar frá familju til familju og frá staði til stað, sigur Heri Petersen.
Heri Petersen greiðir frá, at ymiskar avbjóðingar fylgja við, tá familjur skulu lyftast úr fátækradømi, soleiðis at tey eisini kunnu liva eitt lív á jøvnum føti við onnur.
–Um samfelagið skal lyfta fólk upp um markið, ella um ábyrgdin at hála seg upp um markið skal leggjast á einstaklingarnar er ein viðkomandi politiskur spurningur. Samfelagið eigur at miðja hægri enn at lyfta fólk upp um eitt fátækramark, tí tað er ikki nøktandi í longri tíð at liva beint omanfyri einum fátækramarki. Tú flytir ikki familjurnar sosialt við at hækka eina sosiala veiting – tað ger tú við øðrum meira langskygdum loysnum. Fremsta málið eigur at vera at stuðla undir, at fátækar familjur flyta seg úr fátækradøminum, soleiðis at tær blíva sjálvforsyrgjandi, og ikki vera tengdar at sosialum veitingum, sigur Heri Petersen.
Soleiðis sum vit hava innrættað sosialu veitingarnar í Føroyum, so eru tær lutfalssliga høgar í mun til grannalondini, men hóast tað kunnu familjur koma í truplar fíggjarligar og sosialar støður.
Hesin spurningurin um, hvussu fólk fáast upp um markið, er ikki bert trupul í Føroyum, men hann er trupul í øllum øðrum londum við. Ofta verður tosað um at lyfta fólk úr støðuni, sum tey eru í, ístaðin fyri at lyfta tey upp um fátækramarkið. Hann greiðir frá, at tá man í grannalondunum tosar um at basa fátækradømi, tá verður í stóran mun fokuserað á fyribyrgjandi átøk, at bróta sosialan arv og so framvegis. Í Føroyum verður í størri mun dentur lagdur á at veita fíggjarligan stuðul.
Í øðrum londum er talan ofta um heilar familjur fáa sosialhjálp, og at ávísir býarpartar eru serliga útsettir fyri fátækradømi, og tí verða serlig sosial tiltøk sett í verk í hesum økjum. Í Føroyum síggjast tey fátøku á sama hátt – tey búgva ímillum okkum, og tey eru ikki neyðturviliga í samband við sosialu myndugleikarnar. Tað er sjálvdan, at tað eru familjur í Føroyum, har fleiri fáa almennan stuðul.
Í Føroyum eru fleiri av teimum, ið hava trong fíggjarlig kor, á arbeiðsmarknaðinum, og spurningurin er, um hetta ikki er ein trupulleiki, sum arbeiðsmarknaðurin skal loysa.
–Tað kann ikki verða loysnin, at tað almenna skal veita ískoyti til lønina, tí so skeiklast arbeiðsmarknaðurin, sigur Heri Petersen, og leggur afturat, at tað tó onkursvegna er neyðugt hjá tí almenna at stuðla undir, tí at tað skal bera til at arbeiða uttan at vera fátækur.
– Tað eru ongar einfaldar loysnir til slíkar spurningar, sigur hann.