1. maidagshald verður í Grasagarði í dag kl. 16.15. Á skránni er føroyskur og útlendskur tónleikur, og røður frá millum annað Jóannes Eidesgaard Í dag skipar Javnaðarflokkurin og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri 1. maidagshaldi í Grasagarði.
Tiltakið er fyri øll - bæði børn og vaksin. Á skránni er føroyskur og útlendskur tónleikur, undirhald og røður. Dánjal á Neystabø og Búi Egason Dam fara at syngja saman við børnum, meðan tey vaksnu sleppa at leggja oyru til røður frá Jóannes Eidesgaard, Randi Í Jógvansstovu og Heina í Skorini, og tónleik frá Six City Stompers og Jens Marna Hansen.
Skráin til 1. maidagshaldið í Grasagarði í dag, er henda:
16.15 Jazzbólkurin: Six City Stompers undirhalda og Nita Næs bjóðar vælkomin
16.45 Dánjal á Neystabø og Búi Egason Dam syngja við og fyri børnum
17.10 Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður, flytur fram røðu
17.30 Randi í Jógvanstovu, sum dagliga egnir og arbeiðir á høvdavirkinum, flytur fram røðu
17.37 Jens Marni Hansen við bólki undirhalda
18.00 Heini í Skorini, blaðmaður og lesandi, flytur fram røðu
18.07 Jens Marni Hansen við bólki undirhalda
19.07 Six City Stompers undirhalda
Tiltakið endar umleið kl. 20.30