- Eg droymdi um eitt betri lív og royndi soleiðis at droyma meg burtur úr støðuni. Frustratiónir er eitt ov veikt orð til at lýsa, hvat eg føldi, sigur 46 ára gamli belgiarin Læknarnir hildu, at maðurin, sum gjørdist lammaður í eini álvarsligari ferðsluvanlukku í 1983, lá í koma, men eftir 23 ár vísti tað seg, at hann hevði vitað til sín alla tíðina og hevði hoyrt hvørt orð, sum læknarnir høvdu sagt.
Tað var ein háteknologisk skanning av heilanum, sum vísti, at funktiónsstøðið var at kalla, sum tað eigur at vera. Í sínari tíð høvdu læknarnir annars brúkt ymiskar hættir og testir, áðrenn teir staðfestu, at belgiarin lá í koma.
- Eg skríggjaði, men tað kom einki ljóð. Nú gloymi eg ongantíð dagin fyri trimum árum síðan, tá læknarnir komu eftir, hvat bagdi mær.
Soleiðis sigur 46 ára gamli belgiarin, Rom Houben, sum nú bæði kann skriva boð og samskifta um eina teldu.
- Alla tíðina droymdi eg bókstaviliga um eitt betri lív. Soleiðis royndi eg at droyma meg burtur. Frustratiónir er eitt ov veikt orð til at lýsa, hvat eg føldi.
Belgiarin sleppur helst ongantíð av sjúkrahúsinum, men kann nú bæði lesa bøkur og samskifta við umheimin.
- Eg fari at lesa, samskifta við mínar vinir og njóta lívið, so fólk vita, at eg ikki eri deyður, sigur Rom Houben.
Tað var neurologurin, Steven Laurey, ið gjørdist bjargingarmaðurin hjá belgiaranum og fyrsta tíðindatænasta, sum skrivaði um hendingina, var týska Spiegel Online.
Læknin á Universitetssjúkrahúsinum í Liége vil nú brúka dømi um Rom Houben yvir fyri sínum starvsfeløgum kring um heimin.
- Eg vænti ikki, at Rom Houben er einasta dømi um, at fólk, sum hildin vera at liggja í koma, vita til sín, sigur hann.