Fangavørðurin fangaði áhugan

Hóast mitt á degi og í arbeiðstíð, so leitaði fitt av fólki sær til bókaframløgu í Kunningarstovuni á Tvøroyri mánadagin, tá Ólavur á Heygum legði fram bók sína við endurminningum.

Bókin ?Fra fiskerdreng i Nordatlanten til fængselsbetjent i Vestre Fængsel? lýsir eitt lív við mongum ymsum brøgdum. Ólavur á Heygum hevur verið frammaliga í felagslívinum millum føroyingar í Danmark, og starvaðist í mong ár sum fangavørður í Vestre Fængsel. Bókin lýsir eisini aðrar síður av lívinum, eitt nú barnaárini á Tvøroyri, og tað vóru sera nógv, ið eru javngomul við Ólav, ið leitaðu sær at heilsa uppá høvundan við almennu framløguna av bókini, og ogna sær bókina.

Í oktober verður bókin løgd fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.