Fann umsíðir mammu sína

64 ára gamli Johan Thomsen úr Hvalba hitti í fjør á fyrsta sinni mammu sína, sum nú býr í USA. – Vit tóku um hálsin á hvør øðrum, og tárini bara runnu, sigur krígsbarnið Johan Thomsen

Lagnusøga


Johan Thomsen úr Hvalba betur kendur sum Johan hjá Olinu, vaks upp hjá góðum fólkum í Hvalba, Dánjali og Olinu Thomsen. Hann hevði tað gott hjá teimum og visti ikki betur enn, at hesi bæði fólkini, sum ikki áttu onnur børn, vóru foreldur hansara.

- Eina ferð, eg var tólv ára gamal, var eg inni hjá einum vinmanni, sum búði hjá ommu síni. Tá spurdi tann gamla konan meg, um eg frætti nakað frá mammu míni í Amerika, sigur Johan.

Hetta goymdi hann inni í sær og segði einki heima í langa tíð.

Ein dag kom forsturmamman og segði við hann, at hann átti eina aðra mammu.

- Eg segði bara, at tað visti eg.

Fosturmamman segði honum eisini, at mamman tá búði í Íslandi, og Johan minnist, at hann fór at gráta, tá ið hann hetta fekk at vita.


Krígsbarn

Johan fekk at vita, at mamman, sum æt Katrina, var dóttir Edvard og Jolinu Berg, fødd Ellefsen. Av tí at Katrina hevði familju í Miðvági, fór hon vestur hagar at arbeiða og var har undir krígnum.

Har kom hon saman við einum enskum hermanni, sum arbeiddi á flogvøllinum, og hon gjørdist við barn. Hermaðurin segði við mammu Johan, at hann kundi einki hava við hana at gera, tí hann var giftur og átti børn.


Mamman vildi burtur

- Mamma fór so aftur til Hvalbiar og føddi meg. Men hon vildi sleppa burtur, til Íslands og gav meg tí til skyldfólk. Tí er tað, at eg havi Thomsen og ikki Berg sum eftirnavn. Presturin kann hava gjørt eitt mistak, ella hann væntaði, at tey fóru at ættleiða hann. Ein triði møguleiki kann hava verið, at forsturforeldrini vildu verja dreingin og góvu honum tí teirra eftirnavn.

Mamma Johan fór til Íslands, búði har í fleiri ár, giftst einum amerikumanni og fekk tvey børn við honum.


Minnist ikki vitjanina

Johan hevur fingið at vita, at mamman eina ferð var heima aftur og vitjaði, meðan hann var smádrongur. Men hann minnist tað ikki og hevur tí tá neyvan fingið at vita, hvør hon var.

Í 60-árunum flutti mamman við familju til Amerika.

Tá ið Johan var vaksin, fór hann til Grønlands, har hann fann sær gentu. Tey fóru til Føroya og giftust. Í 70-árunum fluttu tey aftur til Grønlands, men í 1982 doyði konan, og hann kom aftur til Føroya sum einkjumaður við trimum smábørnum.

- Tað var eitt rimmar tak, sum fosturmamman gjørdi, tá ið hon tók øll trý børn okkara til sín, sigur Johan.

Í 1993 giftist hann uppaftur, hesa ferð við eini polskari kvinnu.


Droymdi um mammuna

Hann hevði í nógv ár ein dreym um at koma í samband við mammu sína. Onkrar gamlar adressur hevði hnna, men svar kom einki. Eisini vendi hann sær til Reyða Kross í Føroyum, men tað hjálpti líka lítið.

Fyri 13 árum síðan fluttu Johan og konan til Danmarkar at búgva, og har royndi hann at sleppa við í sjónvarpssendingina Sporløs, sum hjálpir fólki við at finna ættarfólk, men tað bar ikki til. Tá hevði hann ætlað at leitað bæði eftir mammuni og pápanum, tí hann hevði navnið á pápanum. Meðan Johan fyrireikaði seg til Sporløs, kom hann eftir, at hann hevði tvær ymiskar dápsváttarnir. Á aðrari stóðu forsturforeldur hansara at vra hansara foreldur, og tí fekk hann eftirnavnið Thomsen. Á hinar stóð navnið á veruligu mammuni og enska hermanninum sum pápi.


Familja hjálpti

Johan gavst ikki so. Hann setti seg í samband við eitt systkinabarn, hvørs mamma var mostur Johan. Hesin bað hann gloyma alt um Sporløs, tí hann visti onnur ráð. Mamma hansara hevði nevniliga havt brævsamband við familjuna í Íslandi, og familjan hevði eisini havt samband við tey, eftir at tey vóru flutt til Amerika.

Hann fekk adressuna og fekk hjálp til at skriva til hennara á enskum. Men framvegis kom einki svar.


Oh, my God

- So tíðliga ein morgun tók eg dik á meg og ringdi.

Ein kona svaraði í hinum endanum.

- Yes, tað var Katrina.

Tá ið hann so fekk forklárað, hvør hann var, svaraði hon bara:

- Oh, my God!

Tað gekk eitt sindur tungt at tosa, tí Jóhan dugdi so lítið av enskum, men hon dugdi framvegis íslendskt, og tað dugdi Johan eisini, tí hann hevði verið nógv í Íslandi.

Tað vísti seg, at mamman fyri nøkrum árum síðan var flutt til sonin at búgva og seinni aftur flutt í eina eldraíbúð í býnum Lebanon.


Tosaðu saman á íslendskum

Johan tosaði eisini við hálvbeiggja sín í USA, og teir samskiftu somuleiðis á íslendskum. Beiggin var fegin um, at tey høvdu fingið samband.

Hann spurdi mammuna, um til bara at koma at vitja, men hon hevði ikki umstøður at hýsa fólki í síni lítlu íbúð, men amerikanski hálvbeiggin bað hann endiliga koma yvir at vitja, tí hann kundi gista hjá teimum.

Tað gingu tvey ár, og Johan tosaði við konuna, um tey ikki skuldu fara yvir at hitta mammu hansara. Konan legði honum eina við, at fóru tey, mátti hann ikki bera agg til mammuna, tí mamman hevði í sínari tíð heilt vist gjørt tað besta fyri hann.

- Nei, eg var ikki beiskur inn á mammu.


Mamma!

15. juli í fjør fóru Jóhan og konan til USA.

- Vit flugu tann seinasta teinin við einum lítlum flogfari og komu fram um náttina. Og tá ið vit komu hagar, sat mamma har. Har vóru bara hon, hálvbeiggi mín og kona hansara, sigur Johan.

- Tá ið eg kom inn, rópti eg hart á føroyskum: Mamma. Vit tóku um hálsin á hvør øðrum, fingu ikki tosað, tárini bara runnu. Har sat eg sum 63 ára gamal og slapp fyri fyrstu ferð at halda um mammu mín, sum tá var 87 ár, sigur Johan, sum er ógvuliga rørdur, tá ið hann sigur frá.

Tey sótu bæði leingi og hildu um hvørt annað. Samstundis tosaðu tey um øll hesi árini, og hvat var hent. Hann greiddi frá royndum síni við at finna hana, og at hann hevði ætlað at funnið pápan eisini.

- Hon bað meg um ikki at seta meg í samband við pápa, sum hevi gjørt so ljótt móti okkum. Haraftrat kundu vit ikki vita, hvussu børn hansara fóru at taka tað.


Einki agg

- Mamma spurdi meg næstan hvønn dag, um eg var ondur við hana, og eg svaraði, at tað var eg ikki. Eg hevði havt tað gott hjá forsturforeldrunum. Hon hevði hinvegin havt tað øgiligt ringt av at vera farin frá mær, sigur Johan, sum so seint í lívinum slapp at kenna móðurkærleikan frá veruligu mammu síni.

Meðan Johan var og vitjaði mammuna og hálvbeiggjan, vóru hann og mamman altíð fyrst á fótum um morgunin, og tey sótu tá altíð hesa løtuna og hildu í hondina á hvør øðrum og tosaðu um alt, sum var hent. Bæði fingu høvi at fáa svar upp á spurningar.

Mamman visti eisini at siga honum, at hann atti skyldfólk bæði í Íslandi og í USA.

- Nú ætli eg mær yvir aftur hvørt ár, tí mamma er komin so langt upp í árini, sigur Johan.

Mamman hevði fingið tveir synir við amerikanska manninum, men annar doyði í ferðsluvanlukku.


Ein lívlig mamma

Tað er futtur í mammuni, hóast hon er komin so væl til árs. Sonurin er púra villur við Harley Davidsen motorsúkklum, eigur tvær, og mamman koyrir av og á á aðrari.

87 ára gamla Katrina úr Hvalba heldur tað framvegis vera stuttligt, tá ið nakað hendir.

Johan Thomsen kundi ikki fáa hjálp frá sendingini Dsporløs at finna mammu sína, men hann takkar trimum fólkum stórliga fyri hjálpina. Tey trý eru systkinarbarn mammu hansara Selma Skaalum í Hvalba, systkinabarn hansara Tummas Zachariassen í Vestmanna og konuni Mariu, sum stuðlaði honum í leitingini.