Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, Magnus Magnussen, formaður
-------------
Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn kemur við nøkrum staðfestingum í sambandi við villeiðandi og í summum førum ósonnu forsíðugreinina í Dimmalætting 23. januar 2012, við ”dramatisku” yvirskriftini: Ólógligt oysl í Marknagili:
Onnur grein er aftur í Dimmalætting 24. januar við yvirskriftini ”Lønardeildin kanna óskilið í Marknagili”
Heldur enn at stýrið fer at viðgera mongu grovu ákærurnar og skeivleikarnar í greinunum, ynskir stýrið í stuttum at lýsa málið .
Lógargrundarlag: Tekniski Skúlin í Tórshavn er sjálvsognarstovnur, skipaður undir løgtingslóg nr. 106 frá 29.12.1998 um yrkisskúlar.
Ovasti myndugleiki: Í lógini § 7: Stýrið er ovasta leiðsla á skúlanum
Sambært óheftum løgfrøðingi merkir hetta m.a. ( ).. at tað er stýrið, sum hevur avgerðarrættin í øllum týðandi málum skúlanum viðvíkjandi. Og víðari sigur løgfrøðingurin ( ) ..Stýrið hevur sum ovasta vald á skúlanum einans ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum av rakstri skúlans herundir umsitingina av fíggjarliga stuðlinum, sum landsstýrismaðurin útvegar skúlanum jfr. § 9 í lógini um yrkisskúlar og § 3 stk 6 í viðtøkunum fyri skúlan.
Løn (sokallað samsýning) Á stýrisfundi 26. apríl 2007 tekur stýrið (ovasta leiðsla skúlans) avgerð um, at veita løn (sokallaðu samsýningina) til tey, sum vegna Tekniska Skúlan í Tórshavn koma at arbeiða í byggistýri og bygginevnd.
Ásett verður hvussu nógva løn hvør einstakur skal hava, útgoldið yvir lønarskipanina, í mun til arbeiðstíð og ábyrgd, fyri hesa stóru, tíðarkrevjandi og sera avbjóðandi arbeiðsuppgávuna.
Fyri stuttum var ein fyrispurningur frá Mentamálaráðnum m.a.: ( ) ..”um Stýrið hevur hildið seg til § 3 í viðtøkunum og biðið Fíggjarmálaráðið góðkenna samsýningarnar”.
Óheftur løgfrøðingur svarar soleiðis. Tað er ongastaðni tilskilað í lóg ella viðtøkum, at Fíggjarmálaráðið skal góðkenna nevndu serligu útgjaldingarnar. ( ).....
Landskassin skaðafríður: Lønin (samsýningin) sum goldin er hevur ikki kostað Landskassanum eina krónu.
Hvør hevur so goldið? Svar: Eginraksturin á Tekniska Skúlanum í Tórshavn.
Eginrakstur: Lønin (samsýningin) er goldin av egininntøkunum, sum Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur møguleika at forvinna. Eginraksturin er skipaður undir Ll nr. 106 frá 29.12.1998 um yrkisskúlar og viðtøkum fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, ásettar av landsstýrismanninum og stýri skúlans. Hesar eru seinast dagførdar 20. okt. 2004.
Eginraksturin er ikki partur av tí sum í § 7 í Ll 106 frá 29 de verður nevnt ”rakstur skúlans”. (sum er stuðulsrakstur - fíggjaður av landskassanum)
Úrslit av eginrakstri: Av teimum átøkum sum gjøgnum árini eru fíggjað av eginrakstrinum kunnu m.a. nevnast: Keyp av útgerð til Skúlaheimið. -Innrættan av undirvísingarhølum í kjallaranum á Skúlaheiminum. -Keyp av arbeiðsbilum. -Løn til annað arbeiði. -Førleikamenning av starvsfólkum. –
Ongin myndugleiki hevur (uttan í sambandi við avgerð stýrisins um at veita løn til byggistýri og bygginevnd), nakrantíð sett spurnartekin við ábyrgd og heimildir hjá stýrinum at taka slíkar avgerðir – hví?
Í stuttum kann sigast: Eginraksturin hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn hevur spart Landskassanum millióna upphæddir. Harumframt betalir eginraksturin, aftaná at rakstrarútreiðslurnar eru goldnar til stuðulsraksturin, Landskassanum 20% av nettovinninginum, hjá skeiðvirkseminum. T.v.s. at umframt sparingarnar hevur Landskassin skattainntøkur av eginrakstrinum hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn.
Hetta er í stóran mun dugnaligu leiðslu og starvsfólkunum á Tekniska Skúlanum í Tórshavn fyri at takka og eiga tey eitt stórt herðaklapp fyri hetta.
Stýrið er av tí fatan, at ein av orsøkunum fyri, at hetta málið er vorið eitt ”neiligt” fjølmiðlamál er, at tað í fleiri ár hevur verið torført hjá summum embætisfólkum í almennu fyrisitingini, at viðurkenna og góðtaka heimildir og skyldur, sum áliggja stýrinum, samb. løgtingslóg 106 um yrkisskúlar.
At enda:
Eitt 16 síðu drúgt svarskriv, saman við hundratals fylgiskjølum var sent Mentamálaráðnum 21. okt. 2011, sum er svar frá stýrinum á Tekniska Skúlanum í Tórshavn til frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini.
Tað undrar ikki sørt, at Dimmalætting, Kringvarpið og aðrir fjølmiðar ikki tykjast hava havt serligan áhuga fyri innihaldinum í svarkrivinum frá Tekniska Skúlanum í Tórshavn, men bert, einvíst og ágangandi, hava lýst málið, fyrst við gitingum, síðani út frá einari fyribils frágreiðing og seinni endaligari frágreiðing frá Landsgrannskoðanini og nú seinast 24. januar, við ”práti” við eitt embætisfólk á Lønardeildini.