Tað gjørdist veruliga ein uppliving nærum totaluppliving, tá Jens og Kristel Lisberg leygarkvøldið høvdu konsert í Trongisvági. Við góðari manning og framúr kórkvinnum, var góðskan í hásæti.
Síðsta konsertin í hesum umfarinum, varð sagt, tí tey bæði hava havt væleydnaðar gallakonsertir síðstu 2 3 árini.
Og talan er um eitt øðrvísi tiltak, enn vanligt er. Troubadourkendir tónar, country, rockur og gospel. Alt frá eini ungari stjørnu, ið lýsir sum ein sól og sum hevur framúr góða rødd. Og frá einum av teim goðu, gomlu, ið so hjartaliga meinar hvørt orð og hvønn tóna, at tá hann við djúpu, kláru røddini borðreiðir við tí besta frá øllum árunum á føroyska tónleikapallinum, so kann tað ikki gerast annað enn inniligt og gott.
Sangur, smásøgur og skemt í blandi við góðum tónleiki og sambandi við áhoyrararnar. Hetta er ein góð uppskrift, ið eisini riggaði leygarkvøldið.
Longri umrøða av konsertini verður í blaðnum í morgin. Myndir eru at síggja á Portalinum undir tema.