Tey eru fleiri, sum eru samd um, at helst er farið inn í nýggja skúlabygningin í Marknagili kanska eitt hálvt ár ov tíðliga. Umframt alt tað politiska kjak og órógv, sum hevur verið um eykarokningar og annað í samband við byggingina av Glasi, eru tað eisini ting, sum ikki eru heilt liðug, ið hava argað onkrar lærarar og næmingar.
Men, hvussu hevur so skúlin og tann praktiski parturin av skúladeplinum so roynst, nú fyrstu sveinaroyndirnar hava verið? Hetta er spurningurin, sum In.fo setti á vitjan á bildeildini á Glasi, tá bilmekanikarar løgdu seinastu hond á sveinaroyndina.
Leiðandi faklærari á bildeildini er Páll Arni Berg, og próvdómarar til sveinaroyndina hjá bilmekanikarum vóru Karl Vidtfeldt, sum umboðar verkstøðini ella meistararnar og John Hendrik Poulsen, sum umboðar handverkararnar.
Í nógv ár hevur hetta verið ein partur av uppgávunum Karl Vidtfeldt, sum eisini á bilaverkstaðnum, hann í fleiri ár hevði á Sandi, hevði fleiri lærlingar, sum nógvir eisini hava tikið víðari útbúgvingar og hava fingið góð størv. Báðir próvdómararnir eru samdir um, at umstøðurnar á bildeildini á Glasi eru framúr.
Her er rúmligt, og arbeiðsumstøðurnar eru fantastiskar. Amboð og útbúnaður á deildini kundu ikki verið betri og umframt útbúnaðin, sum er komin av verkstaðnum í Smiðjugerði, hevur nýggi miðnámsskúlin eisini fingið mest framkomna útbúnaðin, sum er á marknaðinum.
Karl Vidtfeldt sigur, at praktisku uppgávurnar í sveinaroyndini hjá næmingunum á bildeildini eru í tveimum pørtum. Talan er um tvær uppgávur. Ein, sum fevnir um motorin og ein, sum fevnir um eitt nú bremsur, stýriamboð og tað at gera ein bil kláran til sýn.
- Vit byggja eisini feilir inn í bilin, sum næmingar, ið eru til sveinaroynd, skulu leita eftir.
Próvdómarin, sum í nógv ár rak egið bilaverkstað og sum seinni árini hevur starvast sum sýnsmaður hjá Akstovuni, sigur, at nøkur av nýggjastu tólunum á bildeildini á Glasi eru so framkomin, at tey ikki finnast betri aðrastaðni, hvørki á bilaverkstøðum, ei heldur á Akstovuni.
Karl Vidtfeldt heldur fyri, at nú fleiri handverksútbúgvingar kunnu takast undir bestu umstøðum á Glasi, samstundis sum stórur tørvur er kring landið á handverkarum, eitt nú bilmekanikarum, maskinsmiðjum, elektrikarum og timburmonnum, eiga hesar umstøður avgjørt at vera ein gularót at søkja sær slík lærupláss.
- Áður kundi tað vera trupult at fáa lærupláss, men í dag standa lærumeistarar í røð og bíða eftir hugagóðum lærlingum. Vit skulu minnast til, sigur próvdómarin, at handverksútbúgvingar eisini geva ungum monnum og kvinnum góðar umstøður fyri víðari útbúgvingum, um tað er hetta, tey ynskja.
Á vitjanini hjá In.fo á Glasi møttu vit av tilvild eisini leiðandi læraranum á timburdeildini hjá Glasi, Kenneth Bernhard Olsen, sum kom inn á bildeildina, meðan vit vóru har.
- Vit siga tað sama, sum Karl Vidtfeldt sigur um bildeildina, at umstøðurnar á timburdeildini eru ógvuliga góðar. Her er gott pláss og góð amboð, og her eru allir møguleikar hjá lærlingum at fáa tað besta burturúr læru-og royndartíðini, sigur Kenneth Bernhard Olsen.