Fantastiskt at spæla aftur

Tað sigur Gunnar Nielsen, sum í landsdystinum móti Íslandi spældi sín fyrsta dyst eftir at hava verið skaddur í 17 mánaðir. Hann arbeiðir framvegis við finna sær nýtt felag, og tað er áhugi úr millum annað Onglandi og norðurlondum

Fyri Gunnar Nielsen var venj­ingardysturin móti Íslandi heilt serligur. Tað var nevniliga fyrstu ferð í 17 mánaðir, at Gunnar Nielsen spældi í einum skrásettum dysti síðani hann meiddi sær knæið í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City.
– Tað var deiligt at spæla aftur. Eg fekk ikki at vita, at eg skuldi spæla fyrr enn sama morgun­in, sum dysturin var. Lars Olsen (lands­liðsvenjari, blaðm) kunngjørdi liðið dagin fyri, men segði ikki hvør skuldi standa í mál, greiður Gunnar Nielsen frá.
Tað hevur verið ein drúgv upp­venjingi hjá Gunnari fyri at koma fyri seg aftur. Tí er tað eisini ein persónligur sigur fyri málverjan, at hann aftur er førur fyri at standa í mál.
– Eg eri stoltur av at eg havi vunn­ið hendan kampin. Tað hevur verið so langt síðani, at eg spældi sein­ast og tað hevur eisini verið ein langur kampur, sigur Gunnar Nielsen.
Ísland vann venjingardystin 2-0. Jákup Mikkelsen stóð í mál í fyrra hálvleiki, meðan Gunnar Nielsen stóð í mál í seinna hálvleik. Íslendingar skoraðu eitt mál í hvørjum hálvleiki.

Ikki komin á mál enn
Hóast Gunnar Nielsen í 17 mánaðir hevur vant miðvíst fyri at koma fyri seg, so merkir hann framvegis til skaðan.
– Eg eri ikki komin 100% á mál enn, men hetta var eitt stórt stig á leið­ini, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini úr enska býnum Man­chester.
Gunnar Nielsen má framvegis gera venjingar fyri at styrkja knæið, umframt at kroppurin skal venja seg við at spæla fótbólt aftur.
– Knæið hevur tað fínt, men kropp­urin er nakað eymur fyri tíðina. Hann skal líka venja seg við at spæla fótbólt aftur, eftir ein so langan steðg, greiður Gunnar Nielsen frá.
Gunnar Nielsen hevur millum annað verið við á venjingarlegu hjá Manchester City í Eysturríki í summar.

Fleiri feløg hava áhuga
Gunnar Nieslen heldur ikki fram í Manchester City, eftir at sáttmálin hjá honum gongur út í septembur. Fleiri feløg í eitt nú Onglandi og okkurt í norðurlondum hava víst áhuga fyri føroyska málverjanum, men felags fyri øll er, at tey vilja síggja um Gunnar er komin heilt fyri seg eftir skaðan.
– Tað er eru fleiri feløg, ið hava víst áhuga og eg haldi ikki fram í Manchester City tá sáttmálin gong­ur út. Tað kann tó ganga eitt sindur av tíð áðrenn nakað kemur upp á pláss, tí øll vilja vissa sær, at eg eri komin yvir skaðan, sigur Gunnar Nielsen.
Tað er heldur ikki lætt at finna sær eitt felag í løtuni. Tað eru ikki nógvir pengar í umfar og feløgini bíða eftir hvørjum øðrum.
– Nú er kappingini so farin í gongd, og tá finna feløgini oftani útav at tey kanska mangla ein leik­ara ella tveir, sigur Gunnar Nielsen.
Gunnar Nielsen sigur eisini, at hann er opin fyri at royna nýggjar leiðir.
– Eg eri opin fyri at royna okkurt nýtt. Tað kundi eisini verið gott at byrja á nýggjum. Nú havi eg ver­ið gjøgnum hendan skaðan og upp­venjingina her í Manchester, so tað kundi verið gott at komið til okkurt heilt nýtt stað og byrja av nýggjum undir nýggjum umstøðum, sigur Gunnar Nielsen at enda.