Fantastiskt EB/Streymur: Vunnu 3-1 á Gandzasar!

EB/Streymur hevði í kvøld á Ovara Vølli í Gundadali vitjan av Gandzasar FC, sum í farna kappingarári endaði á einum øðrum plássi í bestu armensku deildini. EB/Streymur legði út sum eitt ódnarveður og tilspældi sær tíðliga í dystinum fleiri stórar málmøguleikar. Í 9. minutti varð Arnbjørn Hansen feldur í brotsteiginum og Levi Hanssen umsetti brotssparkið til 1-0.

Eitt korter seinni spældi EB/Streymur seg til ein av fleiri fríleyparum. Levi Hanssen varð spældur púra leysur, rak væl frameftir og legði innfyri. Arnbjørn Hansen fekk ikki skot á, men Hans Pauli Samuelsen var eisini klárur og smekkaði hann bóltin í mál til 2-0.

12 minuttir fyri hálvleik var armenski málverjin, Armen Khachatryan, aftur úti eftir Arnbirni Hansen. Hetta kastaði enn eitt brotsspark av sær, og aftur hesaferð var Levi Hanssen tryggur úr 11 metrum og økti til 3-0.

Í seinna hálvleiki kom Gandzasar FC betur við í dystin, og tað eydnaðist teimum eisini at minka um munin í 72. minutti, tá ið Correiagustavo dos Santos stútaði eitt hornasparksinnlegg í netið til 3-1.

EB/Streymur hevði serliga í fyrra hálvleiki fleiri góðar møguleikar at vinna við enn fleiri málum, men ímóti dystarenda var orkan eyðsæð um at ganga undan. Tað slepst ikki undan at nevna, at hetta var eitt gjøgnumgangandi sannførandi avrik hjá EB/Streymi, sum við hesum sigrinum, ið ikki var eitt mál ov stórur, hevur skapt sær eitt frálíkt útgangsstøði undan returdystinum í Armenia um eina viku.

Sí hagtøl og beinleiðis dystarfrásøgn niðanfyri.

EB/Streymur - Gandzasar FC 3-0

1-0: Levi Hanssen, 9. (br.)

2-0: Hans Pauli Samuelsen, 26.

3-0: Levi Hanssen, 33. (br.)

3-1: Correiagustavo dos Santos, 72.

EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Gert Hansen, Árni G. Olsen, Leif Niclasen - Arnar Dam (68. Brian Olsen) Pauli G. Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Levi Hanssen - Niels P. Danielsen - Arnbjørn Hansen

Gandzasar FC: Armen Khachatryan - Goran Obradovic, George Krasovski, Armen Tatintsyan, Artyr Avagyan - Noah Kasule, Dhiego Lomba Farias - Diakaridia Doumbia (62. Andranik Sargsyan) Dejan Vukomanovic (55. Herman Regilio Seedorf) Yamadou Keita (75. Sargis Nasibyan) - Correiaugusto dos Santos

Liðugt: EB/Streymur stóð væl ímóti trýstinum hjá Gandzasar ímóti dystarenda og vann ein uppibornan 3-1-sigur.

87min.: Gandzasar FC var bara nakrar fáar sentimetrar frá at minka til 3-2, tá ið stútarin frá Correiagustavo dos Santos fór beint framvið málinum. Armenska liðið trýstir, men enn heldur EB/Streymur tætt.

84min.: Nú leikar av álvara á í Gundadali. Dhiego Lomba Farias skeyt eitt rimmar fríspark, men René Tórgarð hekk leysur í luftini við einari stórbjarging í málhorninum.

82min.: Eftir hornaspark hevur Gert Hansen havt ein risa møguleika, men stútarin úr stuttari fjarstøðu fór omanfyri málið.

80min.: Gandzasar roynir at trýsta fyri at minka enn meiri um leiðsluna, men EB/Streymur - hóast troyttir - verjir væl fyri.

72min.: MÁÁÁÁÁÁL! Gandzasar hevur minkað um munin, soleiðis at støðan nú er 3-1 til EB/Streym. Tað var eftir eitt hornasparksinnlegg frá Dhiego Lomba Farias, at Correiagustavo dos Santos stútaði bóltin í málið.

65min.: Tað er ikki gott fótbóltsspæl, sum liðini borðreiða við í Gundadali í løtuni. Men tað passar EB/Streymi væl og Gandzasar eru ógvuliga lítið vandamiklir.

55min.: EB/Streymur heldur fram við at trýsta og hevur tiltuskað sær tvey hornaspørk, nú Gandzasar hevur gjørt sína fyrstu útskifting. Út er farin serbiski miðvallarin Dejan Vukomanovic, meðan inn er komin hollendski áleyparin Herman Regilio Seedorf. Hann er í slekt við fyrrverandi AC Milan-stjørnuna, Clarence Seedorf.

50min.: Tað er ikki líkt til, at EB/Streymur ætlar sær at verja um leiðsluna. Hinvegin liggja teir framvegis langt frammi á vøllinum og trýsta í eini roynd at økja enn meiri um leiðsluna.

Hálvleikur: Áskoðarafjøldin stendur og fagnar EB/Streyma-leikarunum, nú teir eru ávegis til hálvleiks. Tað er einki at siga til, tí EB/Streymur er á odda 3-0! Sera sannførandi avrik ovarliga á vøllinum í fyrra hálvleiki hevur kastað trý mál av sær, og vóru teir neyvari í nøkrum stórum málmøguleikum, hevði EB/Streymur uttan iva verið á odda við enn fleiri málum.

45min.: Nú var um reppið, at EB/Streymur legði seg á odda 4-0. Niels P. Danielsen spældi Levi Hanssen púra leysan, men armenski málverjin kom væl út og bjargaði.

40min.: Gandzasar FC hevur verið nær við at minkað um munin, men stútarin hjá Correiaugusto dos Santos endaði beint við síðuna av málinum.

33min.: MÁÁÁÁÁÁL! Tað er ótrúligt, nú er 3-0 til EB/Streym! Málverjin hjá Gandzasar FC, Armen Khachatryan, hevur eftir øllum at døma okkurt koyrandi við Arnbirni Hansen. Nú hevur hann aftur felt hann og so var aftur brotsspark. Levi Hanssen svíkur ikki álitið sum brotssparksskjútti og so er 3-0 til EB/Streym.

26min.: MÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til EB/Streym! Levi Hanssen varð spældur púra leysur, rak væl frameftir og legði innfyri. Arnbjørn Hansen fekk ikki skot á, men Hans Pauli Samuelsen var eisini klárur og smekkaði hann bóltin í mál til 2-0. Leiðslan er greidliga uppiborin og kundi væl verið størri.

20min.: Leikliga er EB/Streymur framvegis omaná og heldur gestunum úr Armenia fullkomiliga frá málmøguleikum. Einasta royndin, teir hava havt, kom úr 25 metrum, og fór hon við síðuna av málinum.

12min.: EB/Streymur er greitt betra liðið í løtuni og tað var um reppið, at teir øktu um leiðsluna. Langt innkast kom innfyri málið, sum varð longt víðari, og Arnbjørn Hansen var nakrar sentimetrar frá at røkka bóltinum og fáa hann í málið.

9min.: MÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til EB/Streym! Verjan hjá Gandzasar FC lorkaði bóltin burt, Arnbjørn Hansen kom ímillum, varð feldur av málmanninum og fekk brotsspark. Brotssparkið umsetti Levi Hanssen til mál, og nú kókar í góðveðrinum í Gundadali.

6min.: Tað má sigast at vera sera óheppið, at EB/Streymur ikki longu hevur lagt seg á odda. Frá dystarbyrjan hava teir lagt seg langt fram á vøllin, og tá ið fimm minuttir vóru farnir, vildu teir sera fegnir hava brotsspark. Minuttin seinni gjørdist Arnbjørn Hansen púra leysur, men málmaðurin bjargaði.

Undan dystarbyrjan: Líkindini eru av teimum allar fagrastu í Gundadali, har tað eins og í allan dag er turt og sólin skínur. EB/Streymur er nakað skert til dystin í dag og manglar teir báðar føstu miðverjarnar, Egil á Bø og Marna Djurhuus, sum eru skaddir. Sorin Anghel er ikki við vegna lestur, samstundis sum Pætur Dam Jacobsen eiheldur er tøkur.