Fantastiskt frambrot

Alt tosið um uttanríkispolitiskar heimildir og frambrot á sjálvstýrisleið, er avdúkað sum afturstig og uttanumtos. Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava sett eitt einmælt Løgting til viks, sum vildi hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Høgni Hoydal

Í vikuni svaraði Anders Fogh Rasmussen einum fyrispurningi frá undirritaða um, nær hann fer at stuðla og viðmæla umsóknini hjá einum einmæltum løgtingi um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Umsóknin er eisini send Norðurlandaráðnum, men Danmark hevur biðið hini londini um ikki at viðgera hana (tí er tað skeivt, tá løgmaður sigur, at umsóknin ikki er komin víðari enn til Danmarkar).

Vit hava nú hoyrt upp í saman frá Anders Fogh Rasmussen, løgmanni og samgongufólki, at føroyingar fáa víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. Løgmaður hevur enntá alment sagt í kjaki í SvF, at vit nú fingu møguleika fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum.

Bæði danska stjórnin og samgongufólk í Føroyum hava trúttað niður í føroyingar, at tey virða føroyska meirilutan og at føroyingar fáa tað, teir biðja um.

Her er talan um eitt einmælt løgting, sum bert vil hava eina umsókn viðgjørda í Norðurlandaráðnum, so farast kann undir at broyta Helsinki-sáttmálan og javnseta føroyingar við hinar norðurlendsku tjóðirnar.

Men danska stjórnin noktar. At virða eitt einmælt føroyskt løgting. At føroyingar fáa tað, teir biðja um. Ja, tað er sostatt bert galdandi um vit biðja um tað, sum Danmark ynskir.

Aftur um 70?ini
Danska stjórnin sigur, at vit kunnu ikki gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum og noktar fyri at hini Norðurlondini sleppa at viðgera einmæltu føroysku umsóknina. Í sjeytiárunum stuðlaði Danmark føroysku umsóknini um sjálvstøðugan limaskap og lat hini Norðurlondini taka støðu. Tá varð Helsinki-sáttmálin broyttur, so vit fingu ta støðu, ið vit hava nú.

Men í 2005, har løgmaður og forsætisráðharrin hava tosað um víðkaðar heimildir, sleppa vit styttri á leið enn í 70?unum.

Og løgmaður hevur góðtikið støðuna hjá donsku stjórnini. Hóast ongin løgfrøðislig ella politisk grundgeving finst fyri at nokta umsóknini.

Hetta svarar til, at uppskot verður lagt fram um broytingar í viðtøkunum hjá einum felagi. Men umsóknin verður havnað við teirri grundgeving, at verandi viðtøkurnar loyva tí ikki.

Ongin broyting - men nýtt uttanumtos
Hetta er enn eitt prógv um, at undirbrotligheitin hjá føroyska landsstýrinum hvønn dag slær nýggj met. Løgmaður hevur góðtikið, at gingið verður ímóti eini einmæltari løgtingssamtykt. Tað er grov vanvirðing fyri Løgtinginum.

Ístaðin hevur hann góðtikið, at danska stjórnin bjóðar eina sonevnda "pragmatiska loysn", ið skal geva okkum betri sømdir í Norðurlandaráðnum.

Men hetta er sum at senda ein bil á verkstað og fáa hann aftur í sama standi. Føroyar hava longu umboðan í øllum ráðum og nevndum í Norðurlandaráðnum. Tað einasta okkum vantar, er at gerast sjálvstøðugur limur.

Løgmaður kundi hóskandi verið spurdur, hvørjar ítøkiligar broytingar og betri sømdir Føroyar skulu fáa í Norðurlandaráðnum í mun til støðuna í dag, uttan at gerast sjálvstøðugur limur.

Hesar sonevndu "pragmatisku loysnirnar" eru nevniliga bert eitt annað orð fyri at góðtaka donsk krøv og síðani at látast sum nakað nýtt er framt.

Eg fari nú sjálvur at taka stig til, at einmælta føroyska umsóknin fær viðgerð í Norðurlandaráðnum.