Tað var so hendingarríkt, ferðmikið, spennandi, málríkt og í løtum væl spælt í Gundadali í kvøld, at tað verður torført hjá teimum, sum skulu gera av, hvat skal klippast burtur, og hvat skal vera við, tá ið hæddarpunkt skulu vísast.
Úrslitið var 3-3, eftir at klaksvíkingar í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 2-1.
Daniel Johansen legði HB framum við beinleiðis frísparki úr spískum í høgru í 8. minutti.
Í fjør var KÍ málverjin, Kristian Joensen, kosin ársins málverji, og tað var væl og virðiliga uppiborið.
Higartil í ár hevur tað ikki verið so sannførandi hjá KÍ málverjanum, sum ivaleyst iðrar seg um øll trý HB málini.
Eftir HB málið til 1-0 fótaði KÍ sær og yvirtók størsta partin av spælinum. Heilivágurin var tann, sum HB higartil í ár hevur nýtt. Tað er við ágrýtnum trýsti frammarlaga á vøllinum, sum bar við sær, at heimaliðið ikki hevði frið at fáa spælið at rigga.
Jóannes K. Danielen javnaði til 1-1 í 28. minutti, og næstu løtuna høvdu klaksvíkingar møguleika at avgera. Patrik Johannesen var ovurfegin, tá ið hann við sínum fyrsta máli í ár legði KÍ á odda, tá ið ein hálvur tími var farin.
Fýra minuttir seinni peikaði dómarin á brotssparksblettin, tá ið Jonn Johannesen, sum í kvøld fekk møguleikan í álopinum undir liðini á Ole Erik Midtskog, varð rendur um koll, tá ið hann var um at vera heilt leysur.
Jóannes Bjartalíð fekk gilta møguleikan at økja um leiðsluna til 3-1, men HB málverjin Teitur Matras Gestsson bjargaði meistarligt brotssparkinum, og so var framvegis 2-1.
HB liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen loysti Hera H. Mohr av á høgra vongverja, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Lítla løtu seinni smekkaði hann eitt sindur úr høgru og úr 22 metrum til, og bólturin sigldi flatt eftir vøllinum millum vinir og fíggindar og í málið.
So var HB fagnaðurin stórur, men bara í tveir minuttir. So streyk Jóannes Bjartalíð til baklinjuna í vinstru, og tá ið hann legði flatt innfyri, tveitti Jonn Johannesen seg fram við nærra stólpa og stýrdi bóltin í málið.
Tað lá í luftini, at nú høvdu klaksvíkingar av álvara fingið fatur á rætta endanum, men heimamenninir vóru raskir og treiskir. Teir fingu fatur á spælinum, og seytjan minuttir undan leikloki javnaði sera eyðsýndi Daniel Johansen við langskoti. Á dómaraseðlinum stendur, at Patrik Johannesen hjá KÍ er skrásettur fyri at gera sjálvmál. Tað vil siga, at bólturin tók í KÍ spælaran og snýtti KÍ málverjan.
René S. Joensen hevði møguleika at leggja HB á odda, og í yvirtíðini var innskifti Páll A. Klettskarð um reppið at verða dagsins maður, tá ið hann var í góðari støðu eftir innlegg úr høgru, men tað varð blokerað til KÍ horna, og so bríkslaði Alex Troleis fyri síðstu ferð.
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/myndir-hb-ki-1-halvleikur/
HB – KÍ 3-3 (1-2)
1-0: Daniel Johansen 8.
1-1: Jóannes K. Danielsen 28.
1-2: Patrik Johannesen 30.
2-2: Jógvan Rói Davidsen 56.
2-3: Jonn Johannesen 58.
3-3: sjálvmál 73.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr (Jógvan Rói Davidsen, 55.), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - René S. Joensen (Kevin Schindler, 84.), Øssur M. Dalbúð, Pætur J. Petersen
Gult kort: Bartal Waradum
Venjari: Jens Berthel Askou
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Alessio Hyseni, 57.), Jesper Brinck, , Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Páll A. Klettskarð, 76.) – Jonn Johannesen (Boris Dosljak, 62.), Ole Erik Midtskogen
Gult kort: Patrik Johannesen
Venjari: Mikkjal Thomassen