Far heim og skriva umaftur, Sjúrður!

Um oddagreinin í Fregnum 14. februar 2002 var ein stílur, hevði Sjúrður Skaale fingið hana aftur í høvdið við boðunum. Skrivað umaftur! Vánaligt avrik! Hugsa, áðrenn tú skrivar

Sjúrður Skaale skrivar, at okkurt má gerast fyri at fáa lív í tann stagneraða fólkaskúlan.
At fólkaskúlanum tørvar avbjóðing.
At fólkaskúlin er skyld í, at støðið í øllum landsins hægri skúlum lækkar.
At tá tað kemur til tann bókliga kunnleikan er tað vorðið til eitt mantra (í fólkaskúlanum), at ongi krøv skulu setast.
At fólkaskúlin ikki kveikir forvitni, áhuga og eldhuga.
At fólkaskúlin køvir neistan hjá teimum hugaðu næmingunum.
At tað er langt síðani, at Føroya Lærarafelag kom við nøkrum góðum hugskotum um góðan skúlaskap.
At fólkaskúlanum vantar eldhugaðar og visionerar lærarar.
At tann føroyski fólkaskúlalærarin svevur.
Tí mugu politisk stig takast til at fáa eina føroyska frískúlalóg setta í verk við støði í álitinum um frískúlar.
Sjúrður Skaale heldur, at við eini frískúlalóg kann tann føroyski fólkaskúlin fáa nýggj hugskot, nýggjan íblástur og nýtt lív.
Góði Sjúrður. Skalt tú skriva um skúla, mást tú hava skil fyri skúlaskapi. Tú mást vita nakað um tann skúlaskap, tú viðger. Tað er ikki bara nokk at hava gingið í skúla fyri 15-20 árum síðani, tí tá endurgevur tú bara tína egnu skúlagongd. Tær frustratiónirnar, ið tykjast at plága teg, boða ikki frá góðum. Men sum eitt vaksið fólk átti tú at hugsað, at tað eru kanska ikki bara skúlin og lærarin, sum eru atvoldin til hesa.
Tú eigur heldur ikki at skriva um skúlaskap í eini oddagrein út frá nøkrum einoygdum sjónarmiðum frá onkrari hissini ivasamari keldu.
Í greinini nýtir Sjúrður Skaale høvi til at traðka á føroyskar fólkaskúlalærarar. Fólkaskúlalærarar, sum eru koyrdir í senk av stórum krøvum og væntandi vilja hjá teimum myndugleikum, sum uttan at vita, hvat tað innibar, hava sett hesi stóru krøv.
Henda hetz skal helst brúkast til at fáa pengarnar at passa. Eg síggi ein goymdan dagsordan í hesi oddagrein. Ætla Sjúrður & Co at fáa meira stress lagt á læraran, sum er í fólkaskúlanum? Ætla tey at pota niður í fólk at tann lønin, sum Føroya Lærarafelag stríðist fyri at fáa fólkaskúlalærarum, hava teir ikki fortjent at fáa. Tí teir sova, eru óinspireraðir og hava ongar visiónir.
Jú, fólkaskúlalærarar eru bæði inspirerandi og hava visiónir. Far út í fólkaskúlarnar kring landið, Sjúrður Skaale. Ikki sum eygleiðari omanífrá, men á líka fót, har arbeiðið verður gjørt, so fært tú at síggja arbeiðssemi, inspiratión og visiónir. Men tú fært eisini at síggja, at tað, sum manglar, er, at teir myndugleikar, sum hava ábyrgd av fólkaskúlanum, taka hond um tað, sum er.
At Føroya Lærarafelag bara stríðist fyri góðum lønarkorum fyri lærarar er ikki satt. Hevði Føroya Lærarafelag sloppið at konsentrera seg um lønir og arbeiðsumstøður, so hevði tað verið frálíkt, men tað kann felagið ikki, tí tað má berjast fyri, at nakað yvirhøvur hendir í fólkaskúlanum.
Tak bara støðuna í 2000. Føroya Lærarafelag mátti fara út í eitt verkfall fyri at fáa myndugleikarnar at taka fólkaskúlalógina í álvara.
Sjálvandi skal Føroya Lærarafelag vera virkið í øllum, sum hevur við skúla at gera, og tað er felagið eisini, men støðan er faktisk tann, at tað er Føroya Lærarafelag, sum, so gott sum einsamalt, drívur verkið, meðan myndugleikin setur føtur í spenni. So stóra ábyrgd átti eitt fakfelag ikki at havt. Tí størsta orkan hjá einum fakfelag eigur at verða brúkt til fakfelagsarbeiði ikki at hava einaábyrgdina fyri at skapa góðan skúlaskap í landinum.
Um myndugleikin vildi arbeitt saman við Føroya Lærarafelag, so hevði støðan verið ein heilt onnur. So høvdu teir sperdu lærararnir havt annaðleiðis arbeiðsumstøður. So hevði tann niðurspardi fólkaskúlin blomstra.
Hevði Sjúrður Skaale & Co saman við øllum góðum kreftur í okkara samfelag strongt á fyri at fingið fólkaskúlanum góðar umstøður, so hevði støðan kanska verið ein onnur.
Fólkaskúlalærarar hava stuðla hesum samfelag bæði í góðum og ringum tíðum.
Hvar var Sjúrður Skaale, tá limir Føroya Lærarafelags, sum nakrir av teimum fyrstu, fyrst í 90- unum, fóru niður í løn, tí Føroyar var í kreppu?
Sjúrður Skaale sigur, at fólkaskúlin var danskur. Ja, tað var hann kanska, men rákið innan útbúgving og undirvísing var ikki bara danskt. Tað var líka so nógv norskt, svenskt og íslendskt. Tað var rákið í tíðini, og ikki tí at skúlin var danskur.
Føroyskir skúlamyndugleikar tordu t.d. ikki í 1979 at gera ein skúla lagaðan til føroysk viðurskiftir, ein sum hevði eitt serføroyskt snið, og sum eisini hevði dygdirnar hjá norðurlendska skúlanum.
Fleiri lesiætlanarnevndir, allar mannaðar við føroysku fólkaskúlalærarum, sum onga løn fingu fyri hetta arbeiði, høvdu uppskot um eina slíka serføroyska skipan, men uppskotini vóru vrakaði av hægsta skúlamyndugleika.
Onki fakfelag ella einstaklingur hevur verið so aktivur, tá tað hevur snúð seg um at betra føroyska fólkaskúlan enn Føroya Lærarafelag og føroyski fólkaskúlalærarin. Tak t.d. fólkaskúlalógina frá 1998. Hevði Føroya Lærarafelag ikki verið so vakið, so var henda lóg verri enn so so fræg, sum hon hóast alt er. Føroya Lærarafelag og limir tess brúktu nógva tíð og nógva orku at viðgera og at gera bøtandi uppskot til broyting av lógaruppskotinum. Føroya Lærarafelag brúkti eisini nógva tíð at rokna út, hvussu nógv lógin fór at kosta at gjøgnumføra, men tað varð ikki lurta eftir ávaringunum. Tí er skilið í føroyska fólkaskúlanum, sum tað er. Neyðug játtan fylgdi ikki við.
Tey sera hørðu sparitiltøkini, sum sett vóru í verk í fólkaskúlanum fyrst í 90- unum, og sum hava havt kvørkratak á honum í 10 ár nú, eru ikki tikin burtur enn.
Føroya Lærarafelag hevur brúkt nógva orku fyri at fáa tey burtur, so undirvísingin kann anda frítt, men til fánýtis. Man ei frískúlalóg, hóast hon hevur allar góðar ætlanir, fara at bøta upp á hesa støðu? Neyvan!
At reka Føroya Lærarafelag og lærarunum í fólkaskúlanum fyri, at myndugleikin ikki hevur verið uppgávu sína vaksin, er ov langt úti, og óreint eisini.
Sitandi myndugleiki bindur fólkaskúlan niður við at varðveita sparilógir og aðrar sparireglar hóast tíðirnar og ráðini eru nógv betur.
Allir politiskir flokkar hava ábyrgdina av, at fólkaskúlin hýkur á knøðum.
Men kann ein frískúlalóg bøta upp á tað?
Føroya Lærarafelag hevði umboð í bólkinum, sum skrivaði álitið til frískúlalóg.
Veit Sjúrður Skaale tað?
Hvat meira krevur Sjúrður Skaale av Føroya Lærarafelag hesum viðvíkjandi?
Føroya Lærarafelag er eitt fakfelag. Fakfelagið hjá føroyskum fólkaskúlalærarum. Vil Sjúrður Skaale hava, at tað skal vera ein mentanarligt felag ella ein hygguklubbur?
Sjúrður Skaale skrivar "vit" í oddagreinini í Fregnir 14. februar 2002.
Hvørji eru vit? Eru tað tey, sum tú ert samsintur við? Er tað innara kjarnan í tjóðveldisflokkinum, tey, sum seta út í kortið?
Tú ert í hvussu so er ikki talurør hjá øllum lærarum, sum eru tjóðveldismenn, tí teir eru, líka sum øll innan skúlagátt, góð við fólkaskúlan, vilja menna hann, hóast væntandi hjálp frá øllum myndugleikum, teimum myndugleikun, sum hava hægstu ábyrgd av allari undirvísing í Føroyum, eisini fólkaskúlanum
Um Sjúrður Skaale, blaðið Fregnir og tey, sum stuðla hesum blaði vilja siga nakað um frískúlar og frískúlalógina, so eiga tey fyrst at lesa álitið um frískúlalóg. Síðani seta seg inn í faktisku viðurskiftini í føroyska fólkaskúlanum í dag. Tástani kan ein argumentera.
Sjúrður Skaale hevur rætt til at siga sína hugsan um frískúlar. Men tá skal hann viðgera evni.
Tað ber til. Onnur hava gjørt tað við góðum úrsliti.
Um Sjúrður Skaale vil viðgera fólkaskúlan og lærarararnar, so kann hann sjálvandi tað, men tá eigur hann at seta seg inn í viðurskiftini.
Um Sjúrður Skaale vil viðgera Føroya Lærarafelag, kann hann eisini tað, men tá skal hann seta seg inn í viðurskiftini, tí her kann hann lættliga koma heilt skeivt fyri av væntandi vitan.
Føroya Lærarafelag fer sum fyrr eisini í framtíðini at blanda seg í skúlaviðurskiftir í Føroyum, men fyrst og fremst er Føroya Lærarafelag fakfelagið hjá fólkaskúlalærarum, og fer felagið framhaldandi at arbeiða fyri betri løn og arbeiðsumstøðum hjá teimum.
At enda fari eg sum ein vanligur lærari at geva Sjúrða Skaale oddagreinina aftur við omanfyristandandi viðmerkingum og við áheitan um at skriva umaftur, og tá verður hann biðin um at halda seg til evni, antin hann skrivar um
1.Frískúlar í Føroyum ella
2.Fólkaskúlan í Føroyum.

Niðurstøða: Vánaligt avrik. Ov nógvir pástandir. Skriva alt umaftur