Far ikki til Klaksvíkar

Kanadiskur tónleikari hevur skrivað sang, sum hann kallar Don’t Go To Klaksvik. Her er orsøkin til, at hann skrivaði sangin

Fyri fimm árum síðani búði kanadiski tónleikari Leif Vollebekk í Íslandi í eitt ár. Hesa tíðina gjørdu hann og nakrir vinmenn ein túr til Føroya í nakrar dagar.

- Vit vóru í Havn, og tá vit søgdu, at vit ætlaðu okkum til Klaksvíkar dagin eftir, søgdu fólk við okkum “don’t go to Klaksvik”, tí har er einki at fara eftir, sigur Leif Vollebekk.

Men hóast ávaringarnar í Havn, fóru teir avstað. Teir gjørdust tó ov seinir til ferjuna um Leirvíksfjørð.

- So hildu vit, at vit tað sama kundu fara aftur til Havnar. Vit høvdu ikki hug at bíða eftir næstu ferjuni, tí tað var neyvan nakað so áhugavert í Klaksvík, og so vóru vit kanska ikki so væl fyri tann dagin, sigur Leif Vollebekk.


Ávaringin varð hangandi

Linjan “don’t go to Klaksvik” varð hangandi í høvdinum á Leif Vollebekk, og hann skrivaði ein sang við tí heitinum.

- Eg angri, at eg ikki fór til Klaksvíkar, tí tá mann fer so langt at ferðast, so eigur mann at fara so langt, mann kann sleppa, sigur Leif Vollebekk.

- Kanska eg einaferð í framtíðini veruliga sleppi til Klaksvíkar, sigur hann.

Sangurin Don’t Go To Klaksvik er ein ávaring ímóti býnum, men snýr seg líka nógv um at verða argur um ikki at hava tikið av einum møguleika.

Leif Vollebekk ljóðar norðurlendskt, og tað kemst ikki av ongum. Pápi hansara er úr Noregi, men Leif er føddur og uppvaksin í Kanada.