Far ríkari og glaðari frá jazzkonsert

Brekkubrothers bjóða nú sín tónleik á alnetinum og á ólavsøku hava teir framløgukonsert í Miðlahúsinum. Tónleikurin er í gomlum jazzstíli við jakkasetti og sigar. Eisini er ein heldur øðrvísi og lættari innspæling av Stórhvalagildinum við heitum rútmum á skránni, nú Brekkubrothers bjóða ókeypis jazz uttan tvass á netinum

Brekkuubrothers hava spælt eitt sindur í summar og nú seta teir krúnuna á verkið. Teir hava verið í upptøkuhøkunum  hetta venda vit aftur til- og tikið upp tilfar, sum verður tókt á netinum í næstum.
Talan er um jazz í røttum 60ara stíli, sum teir sjálvir taka til. Hetta merkir í stuttum, at talan er um jazz, sum vit kenna jazz og fegin vilja hava jazz; hugsið tygum jazztónleik, jakkasett, sigar og kanska eitt glas av cognac. So er stílurin lagdur!
 
Fegið
Men serstakt við hesum nýggju innspælingunum hjá Brekkubrothers er, at tær nýtist als ikki at fara djúpt í lumman fyri at ognast tær. Tónleikurin er frá í dag tøkur á alnetinum á www.brekkubrothers.com. Hetta er ikki roynt í føroyskum tónleikahøpi aður, meta Brekkubrothers.
- Vit tímdu ikki at geva eina fløgu út og at prenta fleiri eintøk, tá bert at fátal verður selt, tí jazzur verður ikki keyptur í stórum stíli í Føroyum. Tí valdu vit at bjóða tónleikin ókeypis á netinum, sigur Trygvi í Brekkunum.
- Vit spæla  framløgukonsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni ólavsøkudag klokkan 17. Tá kunnu fólk t.d. bara hava eina tóma fløgu við og fáa tónleikin heim ókeypis, sigir ein skemtandi Trygvi.
- So kunnu fólk fegnast og annars halda og siga hvat tey vilja, uttan at gjalda eitt einasta oyra, leggur hann skemtandi afturat.
Sostatt ber til at hoyra jazz live og at ogna sær upplivingina við bert at koma tómhentur við eini líka tómari fløgu og soleiðis fara ríkari heim aftur.
Og júst tað lætta og skemtiliga tykist merkja nýggja tónleikin hjá Brekkubrothers. Talan er um lættan jazz og sum nakað nýtt og serstakt er ein upptøka av kenda Stórhvalagildinum við calypso og/ella bossanovarútmum, ið gevur hesum lagnum ein heitan dám.
Teir fýra í Brekkubrothers hava annars skrivað tvey løg í part og hóast teir eru fjart frá hvør øðrum í gerandisdegnum, so hóska hesi saman. Og eisini ætla teir, hóast fjarstøðuna, framvegis at hittast og spæla, so Brekkubrothers framvegis verður eitt slag av tónleikaætlan, ið hoyrist av og á.
 
Jazz uttan tvass
Tónleikurin er upptikin fyri stuttum í upptøkuhølunum hjá Edvard Nyholm Debess. Hesi nevnast millum vinir Livingroom Studio og søgan er í stuttum henda.
- Tað merkir sum so bara, at Edvard fær familjuna frá húsum eina stund og so fara upptøkurnar fram heima hjá honum og tí nevnir hann tað Livingroom Studio, sigur Trygvi.
Edvard hevur tikið upp og Finnur Hansen hevur tikið sær av at mastrað.
Brekkurbrothers eru samansettir av brøðrunum Hans Peturi og Trygva í Brekkunum, Magnus Johannesen og Bjarka Meitil. Hesir spæla í nevndu røð saxofon, trummur, ljómborð og bass. Nøvnini boða í sjálvum sær frá góðsku og eru hesir jassarnir kendir og virknir í so mongum høpum.Hans Petur er útbúgvin tónleikari í Danmark, bróðurin Trygvi er undir útbúgving, Bjarki hevur nomið sær kunnleika í USA m.a. og Magnus Johannsesen krevur ikki nærri lýsing millum føroyingar flest, ið hava bara eitt sindur av kunnleika til føroyskan tónleik.
At góðskan er sum hon skal skilst eisini av, at tveir av tónleikarunum herfyri sum nummar eitt og tvey vunnu kappingina um at skriva verk til Tórshavnar Stórband.
Og talan er í stóran mun um jazz, ið snýr sær lættliga í oyragongini. Og Ólavsøkudag ber til at njóta jazz uttan hóvastók og í røttum fegnum, gomlum stíli í Miðlahúsinum í Vágsbotni, tá Brekkubrothers hava framløgukonsert í samband við, at nýggi tónleikurin er leysgivin á alnetium.