Spælararnir hjá Manchester United leggja vánalig avrik fyri dagin. Tað hevur fingið ítróttarligar avleiðingar við vánaligum úrslitum, men nú fer tað eisini at fáa fíggjarligar avleiðingar.
Um spælararnir hjá Manchester United ikki megna at vinna seg í Champions League kappingina komandi kappingarár, so kunnu teir vænta at láa ein lønarniðurskurð uppá heili 25 prosent. Hetta skrivar bretska blaðið "Daily Mirror".
Hetta merkir, at um Manchester United spælararnir ikki enda millum fýra tey ovastu liðini í Champions League, so mugu teir vinna Europa League, og í skrivandi stund eru teir aftanfyri 1-2 ímóti FC Midtjylland áðrenn liðini møtast aftur á Old Trafford leikvøllinum í Manchester komandi hóskvøld.
Tað var venjaralegendan, Sir Alex Ferguson, og táverandi stjórin í Manchester United, David Gill, sum byrjaðu uppá hendan leistin, at tað fekk avleiðingar fyri spælararnar fíggjarliga, um teir ikki megna at vinna seg í Champions League kappingina.
Umframt lønarniðurskurð, so kunnu spælararnir hjá Manchester United vænta at missa nógvar bonuspengar, um teir ikki spæla í Champions League komandi ár.