Fara aftur at svimja á Havnarvág - fyri tíggjundi ferð

Aftur í ár skipar svimjifelagið í Havn fyri kappsvimjing á sjónum, og tað er, sum vant, beint eftir kappróðurin, at hetta verður.

Meldast skal til í seinasta lagi í morgin og svomið verður frá ytsta enda á molanum, fram við molanum, heilt inn í krókin. Tað er eitt strekki upp á 400 metrar.

Svimjifelagið sigur, at tað ber til at skifta í hølum hjá Skipafelagnum, og tá ið tað er liðugt at svimja,  sleppa svimjararnir eisini at spula draktirnar har.

Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur, opin bólkur
– Kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
– Menn, opin bólkur
– Menn, sum eru 25 ár og eldri
– Menn, sum eru 50 ár og eldri

– Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – og so gera tey sjálvi av um tey vilja kappast, elal ikki, sigur Svimjifelagið.  Fremsta endamálið er nevniliga at vera við, at røkka málinum og at hava tað stuttligt.

Felagið sigur, at bæði lækni, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk eru á landi og í bátum.

– Hóast vit seta trygdina í hásæti, eru viðurskiftir á sjónum, ið vit ikki hava tamarhald á, og sum kunnu vera vandamikil. Eitt, sum kann henda, er, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Tí er tað neyðugt, at hvør einstakur syrgir fyri at vera nóg langt frá keiina.

– Skuldi nakar fingið brúk fyri hjálp, er at leggja seg á ryggin og at veipa við ørmunum, siga tey í Svimjifelagnum.

Tey siga, at sostatt svimja fólk undir egnari ábyrgd og Svimjifelagið tekur ikki skyldina á seg, skuldi onkur fingið skaða.

Beinanvegin kappingin er liðug, verða steyp og heiðursmerkir og tá verður vatn, øl, og okkurt sterkari enn tað, eisini at fáa.

Tað var í 2010 at Havnar Svimjifelag tók hendan táttin upp aftur. Tá hevði kappsvimjing ikki verið á sjónum á ólavsøku síðani í 1954.

Fyrstu ferð skipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku, var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku.

Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949, og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl og í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp og hetta helt á til 1954, tá ið tað datt niðurfyri - til í 2010, tá ið tátturin varð tikin upp aftur.