Enn er óvist, nær farið verður undir semingsroyndina fyri at loysa lønartrætuna ímillum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Alan Skaalum, semingsmaður, sigur, at hann og hin semingsmaðurin, Niels Winther Poulsen, tosaðu við partarnar fyri jól.
Tær samrøðurnar verða tiknar upp aftur nú ímillum jól og nýggjár og so verður farið undir tær ítøkiligu samráðingarnar
Men hann viðgongur, at tað verður neyvan fyrrenn eftir nýggjár, at nakað úrslit kann væntast.
- Tað vil tíðin vísa eftir tær samrøður, vit skulu hava við partarnar nú.
Vit hava spurt Allan Skaalum um hann heldur, at tað fer at ávirka samráðingarnar, at samgongan hevur samtykt at seta flatskatt í gildi og hevur samtykt at skatta pensjónir við inngjald.
- Vit arbeiða eftir teimum fortreytum vit hava og teimum krøvum, partarnir føra fram. Og tað er so mangt, sum ávirkar einar samráðingar. Hækka prísirnir, fer tað at verða ført fram sum ein grundgeving fyri eini lønarhækking og lækkar kostnaðarstøðið verður tað ført fram sum ein grundgeving fyri at lækka lønirnar ella avmarka lønarhækkingina.