Fara at fiska kapp í Klaksvík leygardagin

Veiðan verður seld á almennari uppboðssølu leygarkvøldið

Leygardagin verður afturvendandi fiskikappingin í Klaksvík, har bátar fleiri staðni úr Norðoyggjum plagdu at vera við. Talan er um fiskikappingina, sum  tey plagdu at hava fyri at  stuðla skúlaskipið, Dragan. Lagt verður frá landi klokkan 7.30 um morgunin og klokkan 17 skulu teir verða aftur á landi.

Tey siga í eini fráboðan í dag, at virðislønir verður latin teimum bátum, sum fáa mest. Tann besti báturin fær tveir kekkar upp á 5.000 hvør, nummar tvey fær tveir kekka upp á 3.000 krónur hvør og tann triðbesti báturin fær tveir kekkar upp á 2.500 krónur hvør.

Men tann, sum fær tann størsta fiskin av øllum, fær eisini eina virðisløn, og hon er ein kekkur upp á 2.500 krónur. Men hjá teimum, sum ikki eru gera seg galdandi til nakra av hesum virðislønunum, er ikki øll vón úti kortini, tá tað verður eisini lutakast ímillum allar bátarnar um ein kekk upp á 2.500 krónur.

Veiðan verður seld á uppboðssøla Varpabrúnna frá klokkan 17.30 til klokkan 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski. 

Øll inntøkan av at selja fiskin, fer óskerd til at reka Dragan fyri.