Eins og bátaeigarar kunnu leiga sær bátapláss í bátahylinum, fer nú eisini at bera til hjá eigarum av stórbilum at leiga sær parkeringspláss á havnalagnum í Hvalvík. Mynd: Álvur Haraldsen.

Gera parkeringspláss til stórbilar í Hvalvík

Umframt parkeringsplássini, verður eisini gjørt eitt vaskipláss í økinum til stóru bilarnar og bussarnar.

 

Eins og bátaeigarar kunnu leiga sær bátapláss í bátahylinum, fer nú eisini at bera til hjá eigarum av stórbilum at leiga sær parkeringspláss á havnalagnum í Hvalvík. Mynd: Álvur Haraldsen.

Sunda kommuna arbeiðir við einari verkætlan á havnalagnum í Hvalvík, har kommunan fer at gera umleið 30 vinnulig parkeringspláss til stórar bilar og bussar.

 

Tað eru veitarar í økinum, sum hava fleiri lastbilar og bussar, og her eru eisini veitarar, sum hava ein ella tveir lastbilar.

 

Í Sunda kommunu ásanna tey, at tørvur eru á einum slíkum parkeringsplássi, sum kommunan fer at leiga út til veitarar í økinum.

 

Umframt parkeringsplássini, verður eisini gjørt eitt vaskipláss í økinum til stóru bilarnar og bussarnar.

 

Eitt vaskipláss krevur eisini ein brunn, har frárensluvatn fer í, og ein slíkur er eisini partur av verkætlanini, eins og brunnur verður til tøming av septiktangum hjá bussunum.

 

Eins og bátaeigarar kunnu leiga sær bátapláss í bátahylinum, fer nú eisini at bera til hjá eigarum av stórbilum at leiga sær parkeringspláss á havnalagnum í Hvalvík.

 

Økið, sum talan er um, er undir landsvegnum sunnanfyri Hvalvík og soleiðis omanfyri norðastu vinnubygningarnar á havnalagnum.

 

Her verður grivið út, brekkað og planerað, og leiðingar skulu leggjast í lendið. Ætlanin hjá Sunda kommunu er, at parkeringsøkið skal verða liðugt í ár.

 

Eins og bátaeigarar kunnu leiga sær bátapláss í bátahylinum, fer nú eisini at bera til hjá eigarum av stórbilum at leiga sær parkeringspláss á havnalagnum í Hvalvík. Mynd: Álvur Haraldsen.