Fara at gjøgnumganga friðaðu økini av nýggjum

- Vit fara at gjøgnumganga øll tey friðaðu økini í komandi ári. Hetta verður gjørt saman við teimum aktuellu pørtunum og vinnuni, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni

Eftir væleydnaðu royndirnar hjá partrolarunum Heyki og Falki fyrr í ár at fiska upsa við skiljirist, ætlar Havstovan at gera eina nýggja roynd aftrat við somu skipum. Ætlandi verður henda royndin gjørd stutt eftir ársskiftið, helst í januar.
- Royndirnar at sleppa undan tí smáa upsanum, sum ristin skilir út aftur, eydnaðust stak væl, og kanningarnar vístu, at ristin skilir umleið 60% av smáa upsanum úr aftur trolinum. Royndirnar vístu eisini, at smái upsin, sum slapp út aftur, svam livandi burtur frá trolinum.
Eilif Gaard sigur, at tað, sum ræður um við skiljiristini, er, at tann smái fiskurin verður soldaður frá, samstundis sum tann stóri upsin ikki verður mistur.

Gjøgnumganga økini
- Vit skulu eisini gjøgnumganga øll tey friðaðu økini í komandi ári. Hetta verður gjørt saman við teimum aktuellu pørtunum og vinnuni.
Stjórin á Havstovuni vísir á, at tað eru ymiskar orsøkir til, at økir eru friðað. Hetta er ikki bara fyri at verja smáupsa, men eisini fyri at skilja sundur húk og trol á landgrunninum - og so eru eisini gýtingarfriðingar.

Størri rásarúm
Umleið 40% av landgrunninum út á umleið 200 metra dýpi er friðaður fyri trolveiði.
- Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av hesum økjum kunnu latast uppaftur fyri trolveiði við skiljirist uttan stórvegis hóvasták. Hetta hevði so aftur merkt, at ísfiskatrolararnir ikki vórðu so nógv trongdir saman, sum teir eru nú, sigur Eilif Gaard.
Upsastovnurin er nógv betri fyri enn toska-og hýsustovnurin, tó at upsastovnurin hevur havt eina lítla afturgongd.