Fara at hugsa okkum um

Kvívíkingar ætla ikki at leypa framav

- Nú fara vit at hugsa okkum um.

 

Tað sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík

 

Kvívíkingar hava í hyggju at útvega røktarheim til fólk í kommununi, sum hava tørv á tí.

 

Men heldur enn at byggja sjálvi, hevur kommunustýrið kannað møguleikan at keypa ein part av einum røktarheimi og í hesum sambandi hava tey kannað møguleikarnar at keypa pláss á røktarheiminum í Vestmanna og á Mørkini í Streymnesi.

 

Sum tað sæst í greinini, sum er viðfest, kostar eitt pláss á Mørkini 900.000 krónur.

 

- Nú hava vit fingið prísin staðfestan og nú fara vit at viðgera málið, sigur borgarstjórin í Kvívík.

 

Í Vestmanna kostar eitt pláss 1,3 milliónir, ella 400.000 krónur meiri enn í Streymnesi.

 

- Tað er rættiliga stórur prísmunur, so í grundini skuldi tað ikki verið so torført at valt, sigur Dánjal Petur Müller.

 

Men hann sigur kortini, at tey ætla ikki at leypa framav, men fara at taka sær neyðugu tíðina at viðgera støðuna, sigur hann. 

 

Talan kann vera um at keypa pláss í bæði í Vestmanna og í Streymnesi, sigur hann.

 

Hann væntar ikki, at nøkur avgerð verður tikin fyrrenn næsta ár.

 

Hann sigur, at eitt, tey mugu hava í huganum, er, at nú er ætlanin at leggja eldraøkið undir kommunurnar og spurningurin er, hvussu tað fer at ávirka málið.

 

Les eisini 100.000 krónur á muni