Fara at kanna Kára P. Højgaard mánadagin

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum fer á fundi mánadagin at viðgera Kára P. Højgaard og embætisførslu hansara í sambandi við Skálafjarðartunnilin.

Sirið Stenberg segði við in.fo leygardagin, at hon hevði biðið tí biðið skrivaran kalla nevndina saman, og tað hevur hon gjørt. Fundurin er ásettur at vera mánadagin komandi.

Á skránni til fundin stendur »Støðutakan til at taka mál upp av egnum ávum« og »kunning«.

Tá ið Kári P. Højgaard skuldi svara einum skrivligum fyrispurningi frá Løgtingslimum um Eysturoyartunnilin, útihýsti hann tí partinum av svarinum, sum Landsverk hevði latið honum, og sum ikki var til fyrimuns fyri einum privatum Eysturoyartunli.

Sirið Stenberg segði við in.fo leygardagin, at hetta er at dylja týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum. Og hon heldur, at hetta er so mikið álvarsligt, at landsstýrismálanevndin eigur at taka málið upp.

Á fundinum mánadagin skal nevndin taka støðu til, um hetta er eitt mál, sum skal takast upp.

– Eg bæði vænti og vóni, at undirtøka verður í nevndini fyri at taka málið upp, tí tað er álvarsmál at fjala upplýsingar fyri Løgtinginum, sigur Sirið Stenberg.