Fara at krevja revsiváttan

Tvøroyrar býráð ætlar í framtíðini at krevja revsiváttan, tá ið fólk verða sett í starv. Tað skal í hvussu er gerast, tá ið setast skulu starvsfólk, sum hava við børn at gera

Mánakvøldið hevði Tvøroyrar býráð fyrru viðgerð av einum óvanligum uppskoti.
Uppskotið er at krevja revsiváttanir, tá ið kommunan setir fólk, og hetta skuldi vera galdandi fyri allar starvssetanir.
Men nú eftir, at uppskotið hevur verið fyri á fundi, verður tað helst til, at revsiváttan bara skal krevjast í sambandi við setan av starvsfólkum, sum hava við børn og ung at gera, á skúlum og í barnaansingini, væntar Malla Dam, varabýráðsforkvinna.
Uppskotið fær seinnu viðgerð á fundinum, sum verður 26. oktober.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri heldur tað ikki í øllum førum vera neyðugt við revsiváttanum í Føroyum, tí plássini eru so smá, at øll vita alt um øll. Men neyðugt er at tryggja seg, serliga tá ið starvsfólk skulu setast at abreiða við børnum og ungum. Tað kann altið henda, at fólk uttan eftir søkja, og tá kann vera ilt at vita. Men tað ber ikki til at krevja revsiváttan bara frá summum.
Í Føroyum hevur higartil ikki verið vanligt at kravt revsiváttan í sambandi við starvssetanir, og ávísar treytir skulu lúkast, skal revisváttan krevjast.

Sakligt og neyðugt
- Eftir persónsupplýsingarlógini skal kravið um revsiváttan vera sakligt og neyðugt, og ikki ber til at krevja fulla revsiváttan, sigur Rannvá Sólheim, ráðgevi á Dátueftirlitinum.
Til ávís størv kann tað vera sakligt at spyrja, um umsøkjarin hevur nakran dóm fyri fíggjarligt svik, men tað viðkemur ikki einum arbeiðsgevara, um ein umsøkjari til dømis hevur dóm fyri eitt nú at hava koyrt ov skjótt, sigur Rannvá Sólheim.
- Meginreglan er, at kravið skal vera sakligt og avgjørt neyðugt, sigur hon.
Aðrastaðni verður meira og meira vanligt at krevja revsiváttan fyri starvsfólk, sum skulu hava við børn at gera.
Dátueftirlitið skal ikki geva loyvi til kravið um revsiváttan, men fær Dátueftirlitið kæru frá onkrum, sum heldur tað vera órímiligt av arbeiðsgeranum at krevja revsiváttan, verður málið tikið upp.

Persónlig váttan
Rannvá Sólheim veit bara nøkur fá dømi um, at revsiváttan hevur verið kravd í Føroyum. Onkuntíð hava fólk verið ímóti at útflýggjað revsiváttan, tí tey halda hana ikki vera neyðuga, men tey tora ikki at mótmæla, tí gera tey tað, verða tey útilokað frá at fáa starvið.
Revsiváttanin er persónlig, og viðkomandi, sum skal hava revsiváttan, fara hana frá politinum. Arbeiðsgevarin kann ikki sjálvur útvega sær váttanina.