Fara at reisa Nólsoyar Páll aftur í Vágsbotni

– Arbeiðið verður gjørt í neyvum samstarvi við listamannin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Standmyndin av Nólsoyar Páll, ið hevur staðið í Vágsbotni í 25 ár, og sum dagin eftir býráðsvalið í fjør varð tikin niður, verður nú reist aftur í Vágsbotni.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

– Ætlanin er, at hann skal standa eitt sindur longri úti, uttan fyri sølutorgið í undir Bryggjubakka, sigur Heðin Mortensen.

Hann greiðir nærri frá, at ætlanin er at gera ein lítlan mola út frá bryggjuni beint uttan fyri sølutorgið, har standmyndin skal setast. Arbeitt verður við hesum í løtuni, og enn eru allir smálutir ikki komnir upp á pláss.

– Hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við listamannin Hans Paula Olsen – og vit gera einki, uttan at hann er við upp á tað, leggur Heðin Mortensen dent á.

Ætlanin er eisini at umskipa sølutorgið – ella rættari økið kring sølutorgið. Teir, ið selja í Vágsbotni hava gramt seg um, at bryggjan hevur verið stongd fyri ferðslu. Tað hevur gingið út yvir søluna, siga teir.

Hetta ætlar býráðið at loysa við at byggja eina træbryggju uttan fyri sølutorgið, so fólk kann ganga til sølutorgið frá sjósíðuni, og soleiðis at bilar í ávísan mun kunnu koyra á bryggjuni.

##med2##

– Vit vita ikki reiðiliga enn, hvat vit gera við hasar pullartarnar, sum hava forðað ferðsluni, men teir verða neyvan nýttir aftur sum áður. Kanska vit seta bummar upp longri úti, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at tekniska deild í løtuni arbeiðir við málinum og ger tað klárt til støðutakan.

Men endamálið er at loysa trupulleikan við ferðsluni kring sølutorgið og at fáa Nólsoyar Páll uppaftur.

Heðin Mortensen sigur eisini, at ætlanin er at gera nakrar royndir við torginum í Vágsbotni framman fyri Miðlahúsið, har standmyndin við Nólsoyar Páll áður stóð.

– Vit hugsa um at skipa tað sum eitt sølutorg sum eina roynd. Talan er ikki um at gera nakrar dýrar íløgur, men at skipa økið og ferðsluna soleiðis, at tað fer at bera til at hava tað sum eitt sølutorg og torg til tiltøk sum eina roynd, sigur Heðin Mortensen.