Fara at tatovera í Tvørgøtu

Nú fer at bera til hjá føroyingum at fáa sær tatoveringar - í Føroyum

Um nakrar dagar fer at bera til at keypa sær tatoveringar í Føroyum.

Tað er Rani Poulsen í Havn, sum hevur tikið stig til hetta sjáldsama tiltak. Hann hevur fingið samband við ein íslendskan tatovør, sum er sinnaður at koma higar at tatovera føroyingar.

? Sjálvur havi eg tvær tatoveringar, og eg kundi væl hugsað mær onkra afturat, sigur Rani Poulsen, sum tá ið hann sigldi í Íslandi í tvey ár kom í samband við ein tatovør.

? Vit vóru tríggir mans sum fingu okkum hvør sína tatovering, ein íslendari og vit tveir føroyingar. Vit hava hildið sambandið síðani. Hesin íslendarin hevur so fingið samband við ein mann, sum hevur tatoverað í USA í trý ár, og vit hildu, at tað kundi verið áhugavert at kanna marknaðin fyri tatoveringum í Føroyum.

Rani Poulsen sigur, at hann heldur at marknaður er fyri slíkum í Føroyum.

Prísurin fyri eina tatovering er rættuliga ymiskur, sigur Rani Poulsen.

? Tú kanst fáa eina tatovering fyri 300 krónur og tú kanst eisini fáa eina fyri 20, 30 ella 40 túsund krónur - alt eftir, hvussu nógv arbeiðið er og hvussu nógvir litir eru.

Tatoveringararbeiðið verður gjørt í hølum í Ovaru Tvørgøtu 1, og væntar Rani Poulsen, at teir verða klárir at tatovera fyrstu føroyingarnar umleið 13. juli.