Í eitt mannaminni hevur verið trupult at fingið hendur á grundstykki í Kollafirði. Eingin almenn ústykking hevur verið í áravís.
Men nú bendir alt á, at um eitt ár ella so fer Tórshavnar kommuna at gera eina stóra útstykking í Líðini í Kollafirði.
Kommunan eigur ein part av økinum og liggur í samráðingum við eigaranum av hinum partinum. Fær kommunan hendur á tí økinum, verður økið samanlagt umleið 20.000 fermetrar.
Bogi Andreasen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá kommununi væntar, at kommunan hevur fingið tey viðurskiftini avgreit, áðrenn hetta árið er úti.
Enn hevur ikki verið tosað um, hvat slag av bústaðarbygging skal verða í Líðini í Kollafirði.
Barnatalið minkar
Bogi Andreasen veit, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Kollafjørð, at kommunan fær nøkur grundøki at bjóða. Barnatalið er minkað, og tað kann hava samband við, at ungu familjurnar hava verið noyddar at búsett seg í øðrum bygdum.
- Skal ein bygd mennast, mugu umstøður verða hjá ungum familjum at seta búgv har, sigur Bogi Andreasen.
Hann nevnir stóru íløgurnar, sum kommunan hevur gjørt í Kollafirði í eitt nú skúla og havnalagið, og nú má húsabyggingin eiga tørn.
Hann veit eisini, hvussu stórur tørvurin er, tí so at siga hvønn dag ringir onkur til hansara og spyr, nær kommunan fer at stykkja út í Kollafirði.
Nú er so stóra útstykkingin næstan komin undir land.