Fara at tveita nógvan fiski í havið aftur
Nevndarlimur í Fiskimannafelagnum hevur eitt uppskot um, hvussu forðast kann fyri, at nógvur fiskur fer at verða tveittur aftur í havið
Verður nýggja fiskivinnuskipanin hjá samgonguni sett í verk, sum hon nú sær út, fara føroyskir fiskimenn at tveita nógvan fisk í havið aftur.
Tað staðfestir Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum.
Í eini viðmerking í morgun sigur hann, at heldur hann lítið um ætlanina hjá samgonguni at fara burtur frá fiskidagaskipanini, vit hava nú, yvir til eina kvotuskipan.
– Fiskiskapur undir Føroyu er ein blandingsfiskiskapur, sum er stak illa egnaður at regulera við kvotum, sigur hann.
– Tí fer útblaking at verða ein stórur trupulleiki við kvotum. Tað hava vit sjálvi roynt í síni tíð, og aðrar fiskivinnutjóðir royna tað hvønn dag enn.
– Men verða kvoturnar trumfaðar ígjøgnum kortini, er tað sera umráðandi, at eftirlitið verður hert, leggur hann afturat.
– Tað skulu nógv vaktarskip, og helst eisini tyrlur, til fyri bara so dánt at hava eftirlit við útblakingini, heldur hann.
Og tað ivast hann í, vit fara at fáa, tí tað kostar risastórar upphæddir, og hvaðani skulu pengarnir fáast frá, spyr hann.
Hann vísir á, at fiskileiðirnar undir Føroyum eru ómetaliga víðførar, men vit hava bara tvey vaktarskip, sum liggja bundin ein part av árinum, tí pengar ikki eru til olju og aðrar rakstrarútreiðslur.
– Samgongan ætlar at forða fyri útblaking við at lata skipini sleppa undan revsing og fáa ein lítlan prosentpart av avreiðingarvirðinum av ólógligu veiðini, afturfyri at føra hana til lands. Restin av avreiðingarvirðinum skal so fella til landið.
– Tann loysnin fer við vissu ikki at forða nakrari útblaking, tí hví skal nakar tíma at hagreiða fisk og fáa hann til høldar fyri trælaløn? Nei, tað fer hvør stertur, sum ikki fær fullan prís, í havið aftur, staðfestir nevndarlimurin í Fiskimannafelagnum.
Hinvegin heldur hann, at hann hevur eina loysnt upp á, hvussu trupulleikin kann loysast.
– Tað skal gerast soleiðis, at manningin fær eina gularót við at verða fult avroknað, meðan reiðarin lítið og onki fær í sín part fyri ólógligu veiðuna.
– Tá verður ongin áhugi hjá reiðarum at taka kjansin og fáa ov nógv av fiski, tey ikki hava kvotu til. Hinvegin, er tað verri enn so altíð, at ólóglig veiða er tilvitað, tí tað ber ikki til at stýra frá brúnni, hvør fiskur bítur á húkin, ella hvør fiskur svimur fyri trolgapið.
– Men tá tað kortini hendir, fer manningin við hesari loysnini ikki at finna seg í, at fiskur bara verður koyrdur í havið aftur, sum hon fær fulla hýru fyri, sigur Axel Hansen.