Fara at veiða páskaregg leygardagin

- Páskareggjaveiðan plagar at vera sera hugnalig, og páskagestir eru meir enn vælkomir at luttaka í veiðini

- So fara vit aftur á páskareggjaveiði!

 

Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

- Um viðrar verður afturvendandi páskareggjaveiðan í Sjóvar kommunu páskaaftan, leygardagin hin 4. apríl klokkan 15.

 

Í kommununi vísa tey á, at fleiri uppgávur verða skrivaðar á Facebook-vangan, sum kallast "Páskareggjaveiða".

 

- Tá tú hevur funnið ella loyst uppgávuna, tekur tú eina sjálvsmynd og leggur hana undir upppgávuna á Facebook-vanganum.

 

Og lagt verður aftrat:

 

- Tá tú hevur loyst í minsta lagi fimm uppgávur, skalt tú koma í skúlagarðin á Strondum, og her fært tú eitt páskaregg (øll børnini fáa eitt egg í part).

 

Í skúlagarðinum verða eisini nýbakaðar vaflur, kaffi og saft at fáa. Veiðan byrjar klokkan 15 og heldur fram til klokkan 17.

 

- Páskareggjaveiðan plagar at verða sera hugnalig - við nógvum børnum og vaksnum til gongu runt á vegum og gøtum í bygdunum - og ikki minst í skúlagarðinum, har øll samlast til samveru og túnatos.

 

Í Sjóvar kommunu leggja tey aftrat, at páskagestir eisini eru meir enn vælkomir at luttaka í páskareggjaveiðini.