• hvussu fólk høvdu møguleika at fara til útrógvar,
• hvussu tey kundu sleppa at síga í bjørgunum,
• hvussu tey kundu tjalda við vøtn úti í óbygdum,
• hvussu tey kundu sleppa frá tí strongd, sum eyðkendi dagligdagin í stórbýnum.osfr
Ógvuliga fasinerandi lýsing, sum endaði við at bjóða fólki alt hetta, um bara tey komu til…..Asorurnar!
Var eg Londonbúgvi hevði eg óivað verið freistað at fyrireika eina ferð til Asorunar eftir eina slíka lýsing. Men, tað eri eg ikki, so eg sat heldur og hugsaði, hvørja ávirkan ein slík lýsing kundi havt á føroyska ferðavinnu.
Í øllum førum kunnu vit forvinna stórar upphæddir, um vit duga at gagnnýta støðu okkara, náttúruna, umhvørvið, ta frísku luftina osfr. Samstundis sum vit eru eitt lutfalsliga nýmótans samfelag við teimum hentleikum og tilboðum, sum har krevjast.
Um útlendingar velja Asorurnar ella Føroyar ella okkurt heilt annað oyggjasamfelag, velst fyrst og fremst, um tey fáa at vita, at vit eru til. Harnæst um tann tænasta og tey tilboð tey ynskja at fáa, eru til taks.
Táið vit nú hava ta autentiska, umhvørvið og náttúruna og frísku luftina, so áttu vit eisini at tikið kappingina upp við eitt nú Asorurnar og fingið okkara part av teimum mongu mílliónum ferðafólkum, sum leita eftir tí, sum vit hava beint við føtur okkara.
Fingu vit bara ein lítlan part av hesum ferðafólkum at koma hendanvegin, so var nóg mikið.
Sitandi samgonga valdi at niðurraðfesta ferðavinnuna, við tí úrsliti at hon fór eini 20 ár aftur í tíðina. Komandi samgonga eigur at fáa gongd á hana aftur.