Fara á fund beint nú í eini roynd at fáa enda á verkfallinum

Nú klokkan 11 í morgun, fara ljósmøðurnar og Fíggjarmálaráðið aftur til fundarborðið í eini roynd at fáa eina enda á verkfallinum hjá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum, sum nú hevur vart í meiri enn tvær vikur.

 

Hetta er ein seinasta roynd at fáa eina semju ímillum partarnar, áðrenn ljósmøðurnar herða verkfallið og taka øll undantøk aftur nú klokkan trý seinnapartin í dag.

 

Sostatt verður eingin ljósmóður til arbeiðis eftir klokkan trý í dag, og tær hava eisini gjørt greitt, at tær fara heldur ikki til arbeiðis, sama, hvørja støðu tey koma í. Og tær leggja eisini alla ábyrgd frá sær, skuldi lív og heilsa komið í vanda av hesum, tí tær siga, at tað er arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av, at trygdin er eftir forskriftunum.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tey hava verið í samskifti við partarnar alla tíðina og hann heldur, at nú er stundin komin at gera enn eina roynd. Hann sigur eisini, at endamálið við fundinum nú klokkan 11 í morgun er at leggja eitt nýtt semingsuppskot fyri partarnar.