Fara ikki treytaleyst í samgongu

Nývaldi vinnarin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, vil fegin í eina samgongu, men, sum hann sigur: »Vit fara ikki í eina samgongu bara fyri sessin«

Ein av stóru vinnarunum til valið hesaferð, Kári á Rógvi í Sjálvstýrisflokkinum.

Hann sigur við Sosialin, at flokkurin fegin vil sleppa í eina samgongu, men at teir kortini ikki fara í samgongu fyri ein og hvønn prís.

- Fyri meg er tað avgerðandi, at okkara politikkur sæst aftur í samgonguskjalinum. Vit fara ikki upp í eina samgongu bara fyri at verða við, sigur Kári á Rógvi.

Hann er annars ógvuliga fegin um undirtøkuna, hann hevur fingið til hetta valið.

Eg havi fingið atkvøður í øllum landinum. Í Sumba, Í Sandvík, í Tjørnuvík. Ikki serliga nógvar í Havn, men um alt landið, og tað eri eg ótrúliga glaður um, sigur Kári á Rógvi.

Sjálvstýrisfólk ella ei, so hevur Kári á Rógvi verið eitt frískt lot í valstríðnum við sínum skemtiliga hátti at bera boðskap sín fram.

Og tað heldur hann sjálvur hevur gjørt eina ávísa ávirkan.

- Ja, eg haldi, fólk hava tikið væl ímóti mínum máta at lýsa støðuna upp á. Eg haldi, at serliga Javnaðarflokkurin hevur havt trupult við at fáa sín boðskap fram, sjálvt um flokkurin eftir øllum at døma hevur nýtt ógvuliga nógvan pening upp á júst hetta, sigur Kári á Rógvi.

Hann vónar, at tað fer at bera til at samarbeiða um flokkamørk í breiðum týdningi frameftir, og tá hugsar hann serliga um eitt føroyskt altjóða universitet.

- Men fyrst og fremst ræður tað um politikkin hjá Sjálvstýrinum. Hann hevur størri týdning enn ein landsstýrissessur, heldur nývaldi tinglimurin fyri Sjálvstýrið, Kári á Rógvi.