Nú er greitt, at farið verður undir at byggja seks luta íbúðir í Vági. Dennis Holm, borgarstjóri, sigur í einum tíðindaskrivi í ímorgun at talan er um eitt samstarv ímillum Bústaðir, Betri Banka, byggifyritøkuna Norcon og Vágs kommunu.
Talan er um tvær støddir av íbúðum og tær verða bygdar á Mýrunum í Vági, sum er mitt í býnum, beint við Sandin. Tær minnu íbúðirnar eru 80 fermetrar við tveimum kømrum og leigan, ella bústaðargjaldið sum tey kalla tað, fyri eina slíka íbúð, verður 5.500 krónur.
Tær størri íbúðirnar eru 90 fermetrar og hava trý kømur og bústaðarkostnaðurin fyri tær verður 6.200 krónur. Fyri hesa upphædd fæst leiga, hiti, viðlíkahald, trygging og umsiting av lutaíbúðarfelagnum.
Innskotið, hjá teimum, sum skulu leiga íbúðirnar, verður umleið 310.000 krónur fyri tær minnu íbúðirnar og umleið 350.000 fyri tær størru íbúðirnar.
Tá ið ætlanin var frammi fyrr í ár, skrivaðu nógv fólk seg upp og í næstum verður fundur við tey, sigur borgarstjórin. Og borgarstjórin sigur, at er áhugi fyri tí, verður farið undir at byggja fleiri íbúðir og tær verða so á Stórheyggi, beint við Eldrasambýli.
Hann kallar hetta eitt frambrot á føroyska bústaðarmarknaðinum, tí tað er stórur tørvur á bústøðum, sum øll hava ráð til.
– Eisini í Vágs kommunu er eftirspurningur eftir bústaðum vaksin nógv seinastu árini og tí fór Vágs kommuna í fjør undir at fyrireika ætlan um lutaíbúðarbygging í Vági, sigur hann.
Í tíðindaskrivinum sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, hann er spentur upp á eitt samstarv, har so nógvir partar samstarva.
Hendan verkætlanin kann verða eitt fordømi til nógvar aðrar verkætlanir av sama slag, sum tryggja, at vit fáa fleiri bústaðir kring alt landið, og ikki minst bústaðir til ein sámuligan penga, sigur Andras Róin.
Betri Banki fíggjar ein munandi part av íbúðarætlanini í Vági og Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka væntar fleiri slíkar verkætlanir kring landið.
Eftir tíðarætlanini verður farið undir útgrevstur og planering nú í oktober og síðani verður undir at byggja íbúðirnar í Vági. Tað verður mett at taka umleið eitt ár at byggja íbúðirnar, so í november, ella desember mánað næsta ár, kunnu fólk væntandi flyta inn í íbúðirnar í Mýrunum í Vági.