Fara nú at fyrieika parkeringstunnil undir Havnini

Tekur býráðið undir við tí, verður farið undir fyrireikingarnar beinanvegin

Nú skal Tórshavnar Býráð fer nú at viðgera málið um at gera ein parkeringstunnil undir Havnini.

Tekur býráðið undir við tí, verður, í sama viðfangi, neyðugt at játta eina hálva millión til at kanna tørvin á einum slíkum tunli og at gera eitt skitsuprojekt og eina kostnaðarmeting.

Hugsað verður um ein tunnil, sum er einar 1000 metrar langur, og sum hevur pláss fyri 700 - 1000 parkeringsplássum, og mett verður, at hetta er besti mátin at loysa parkeringstrupulleikan í Havn upp á.