Myndir: Heri Simonsen

Fara nú at parkera á grasfløtuni á Frælsinum

Nú er komið so mikið langt við at gera parkeringspláss til Fróðskaparsetrið á Læraraskúlavøllinum, at tað skjótt kann takast í nýtslu.

 

Myndir: Heri Simonsen

Tað er sum liður í kampus-verkætlanini, at parkeringspláss verða gjørd á vøllinum hjá gamla Læraraskúlanum á Frælsinum, sum nú er partur av Fróðskaparsetri Føroya.

Føroya Læraraskúli og Venjingarskúlin vórðu bygdi í sekstiárunum og bygningarnir tiknir í nýtslu til skúlaársbyrjan í 1968.

Fyri nøkrum árum síðani flutti Venjingarskúlin út og er nú partur av Skúlanum á Fløtum. Læraraskúlin er nú partur av Fróðskaparsetri Føroya, sum nú húsast í bygninginum.

 

##med2##

##med3##

Í samband við høvuðsumvælingina av bygninginum, fer bygningurin at hýsa meiri virksemi hjá Fróðskaparsetrinum enn teir áður hava gjørt, og hetta økir um tørvin á parkering fyri starvsfólk og lesandi. Tí eru parkeringspláss nú gjørd á grasfløtuni á Frælsinum.

##med4##

##med5##

Sambært Landsverki er talan um eina fyribils parkeringsloysn. Í heildarætlanini fyri Kampus frá 2018 er parkeringskjallari ætlaður at vera undir jørð, har grasfløtan er i dag. Parkeringskjallarin verður bygdur í samband við, at deildarbygningar verða bygdir á grasfløtuni, tá felagsbygningurin stendur liðugur. 

Soleiðis verður parkeringin verður skipað. 

 

Myndir: Heri Simonsen