Fara úr Hetlandi í dag

Stewe Irwin hevur verið afturhildin í Hetlandi seinastu vikurnar. – Vit hava gjørt okkara og fingið pengarnar til vega, og tí stevnir Stewe Irwin móti Føroyum í dag, sigur Paul Watson

Paul Watson er ikki staddur í Hetlandi, har skipið »Steve Irwin« hevur verið afturhildið seinastu vikurnar. Skipið loysir í dag, og tað verður uttan Paul Watson umborð.??
Shetland News skrivar, at hann er í Australia á fyrilestrarferð, og at hann flýgur til Hetlands fríggjadagin – og verður flogin út á »Steve Irwin« við tyrlu. Aðrastaðni á hesum síðum greiðir Paul Watson frá, just nær og hvussu hann kemur til Føroya.
Skipið hevur tyrlu og tyrlupall umborð.??Umborð á »Steve Irwin« eru 40 umhvørvisaktivistar – og teir skulu allir við til Føroyara, har skipið »skal hjálpa Birgitte Bardot at steðga árliga grindadrápinum«.??
– Nú er trygdin goldin og vit hava fingið loyvi at loysa, sigur Paul Watson við Sosialin í dag.? ?Við Shetland News hevur hann eisini sagt, at hann er sera fegin um móttøkuna, sum mótmælisfólkini hava fingið í Føroyum hesar seinastu vikurnar.??
- Eingin hvalur er dripin, meðan Birgitte Bardot hevur verið har. Vit gera stór framstig við at tosa við fólkið. Eg haldi, at vit hava stóran stuðul til okkara uppgávu í Føroyum. Vit kenna tað eisini stimbrandi, at rættiliga nógv fólk í Føroyum ikki eru nøgd við grindadrápið, segði hann sambært Shetland News.