Fara til Onglands í dag

Fótbóltur: Ungu klaksvíkingarnir, sum hava verið í Svendborg fara nú til Onglands at venja við QPR

Teir báðir KÍ-spælararnir, Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen, fara í dag til London, har teir skulu venja við 1. deildarliðnum Queens Park Rangers í 10 dagar.

Heðin og Rógvi hava vant í Svendborg farnu tvær vikurnar, og sunnudagin vóru teir til dyst í Svendborg, har heimaliðið tapti heili 4-1 fyri Hvidovre.

Jan Allan Muller spældi ikki við hjá Svendborg, tí hann stríðist framvegis við skaðan, hann fekk, tá hann spældi í Føroyum í summar.

Ætlanin var, at bæði Heðin og Rógvi skuldu spæla við Svendborg restina av fyrru hálvu, men teir kundu ikki fáa spæliloyvi í Danmark orsaka av nýggjum ásetingum hjá DBU.