FarGen ikki fyrst í Føroyum

 

Nú nakað hevur verið í miðlum um kritikk av FarGen, halda vit tað er neyðugt at  seta FarGen verkætlanina í rættan samanhang. D &V bar í gjár tíðindini um at danski granskarin og limur í etisku nevnd, Lotte Hvas var sera kritisk um FarGen verkætlanina i greinarøð í Kristelig Dagblad 18. oktober. Lotte Hvas er ikki bara kritisk um FarGen, hon er kritisk um ílegulesingar í heila tikið, tað var hon eisini tá hon var í Føroyum í vár. Nú tóktisk  Hvas serliga at kritisera, at man í FarGen eisini hevur ført fram, at við FarGen fylgja eisini arbeiðspláss og nýggj vitan til Føroyar.

 

 Hóast Hvas var kritisk, var greinarøðin í Kristilig Dagblad ikki kritisk mótvegis FarGen, allar tríggjar greinarnar kunnu lesast á hesi slóð http://www.fargen.fo/media/9137/3-greinar-i-Kristelig-Dagblad.pdf

 

 FarGen hevur sum mál at lesa arvastrongin (genomið) hjá føroyingum. Tað nýggja í hesum er ikki at lesa arvastrongin, tað nýggja er at gera tað hjá eini heilari tjóð og byggja hetta upp sum eitt framtíðar infrakerv til heilsuverk og heilsugransking, til frama fyri borgaran.

 

FarGen ikki fyrst

FarGen er ikki fyrst at lesa allan arvastrongin hjá føroyingum. Tað umráðandi at vísa á, at tað longu eru verkætlanir í Føroyum, sum gera lesingar av arvastronginum(genomlesing) í samband við heilsugransking.  

 

Lesa arvastrongin hjá skizofrenum

Til dømis skizofreni verkætlanin, sum nú verður kalla iPsych verkætlanin, ið við Gunhild Isfeldt, lækna og forkvinnu í Vísindasiðsemisnevndini,  sum kliniskum ábyrgdarhavara – og við August Wang sum einum av høvuðsgranskarunum,  hevur staðið fyri at lesa allan arvastreingin hjá umleið 100 føroyingum við álvarsomu sálarligu sjúkuni skizofreni. Hesi eru blivin ílegulisin í Kina og verður granskingararbeiðið í stóran mun gjørt á Aarhus Universiteti.  Verkætlanin fekk heilar kr. 122 mió í stuðli frá Lundbeck Fonden. Hetta er eitt greitt tekin um, hvussu áhugaverdar Føroyar eru í ílegugransking. Ílegusavnið er eisini partur av hesum samstarvi og er karmur um fleiri aðrar spennandi verkætlanir á íleguøkinum –  hetta eiga vit at fegnast um og í framtíðini arbeiða fyri, at vit kunnu gera størri part av hesum arbeiði í Føroyum og soleiðis hava hesa servitan í okkara egna samfelagið.

Grein á heimasíðuni hjá Aarhus Universitet um lesing av føroyskum ílegum.

http://www.au.dk/univers/arkiv/2010/artikler/nr16/handroemmeromatloeseskizofreniensgaade/

Slóð til lista av íleguverkætlanum hjá Ílegusavninum http://www.genetics.gov.fo/00005/00051/  

Eisini Danmark hevur sett á skrá at lesa allan arvastrongin hjá dønum í verkætlanini Genome Denmark, sí http://www.au.dk/en/about/news/single/artikel/new-world-leading-danish-platform-for-genome-research/

Bretlandi hevur forsætisráðharrin David Cameron lagt lunnar undir stóra verkætlan at lesa allan arvastrongin hjá 100.000 onglendingum við krabbameini, tíðindaskrivið hjá Cameron í samband við hesa verkætlan sæst her https://www.gov.uk/government/news/dna-tests-to-revolutionise-fight-against-cancer-and-help-100000-nhs-patients