– Eg skal geva Føroya Væl (valfelag Sambandsfloksins í Havn) svar fyrsta dagin, um eg taki av at stilla upp til býráðsvalið í Havn. Men eg havi ikki tikið endaliga støðu enn.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum váttar, at tað eru fólk í Sambandsflokkinum, sum fegin vilja hava hann at stilla upp til býráðsvalið í Havn.
Tað hevur verið nevnt fleiri ferðir, at Sambandsflokkinum tørvar eitt valevni í høvuðsstaðnum, sum kann draga atkvøður til flokkin. Sum fyrrverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins verður mett, at Kaj Leo Holm Johannesen er eitt gott boð.
– Tað er uttan iva rætt, at eg kundi fingið nakrar atkvøður, sum flokkurin annars hevði fingið, og so er tað kanska ringt at siga nei, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Men er tað ikki ein trupulleiki, at fólk sum sita á Løgtingi eisini sita í býráðnum í Havn?
– Nei, tað haldi eg slett ikki – tá talan er um vanligar býráðslimir. Eg haldi, at hatta er yvirdrivið. Men tá tað snýr seg um at vera borgarstjóri, so haldi eg ikki, at tað ber til eisini at vera løgtingsmaður. Til tað er arbeiðsbyrðan ov stór.
– Eg eri 52 ára gamal. Skuldi eg bæði verið borgarstjóri og løgtingsmaður, so skuldi eg verið eitt fysiskt unikum, um tað skuldi borið. So tað ber heldur ikki til, tá tú ert farin um tey 70 at halda fokus, tá tú situr í fleiri slíkum sessum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Men bjóði eg meg fram, so fari eg eftir maksimalari ávirkan, og tað er at vera borgarstjóri. Eg havi eisini nakrar leiðsluroyndir, sum eisini kunnu koma mær til góðar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Sambandsflokkurin hevur bara havt eitt umboð av 13 í Tórshavnar býráð seinastu tvær seturnar. Tá Lisbeth L. Petersen var í vælmaktini vann Sambandsflokkurin seg upp á fýra umboð, sum hann hevði fram til 2004, tá hann fekk trý umboð vald. Í 2008 og í 2012 fekk Sambandsflokkurin bara eitt umboð valt.
Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur í býráðið í Havn á valinum í 1996. Á valinum í 2000 stillaði hann ikki uppaftur. Hann varð valdur í Løgtingið í 2002.