Farið verður undir endaspurtin

23. umfar í Formula deildini verður á skránni seinnapartin í dag. Hann sigur frá hampuligum fótbóltslíkindum. Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig, tað verður kanska okkurt ælið, og tað kann vera, at lotið av vestri og útsynningi summa staðni verður frískt.

Í Klaksvík verður spennandi uppgerð um at sleppa undan niðurflyting, tá ið B71 fer at vitja, og í Runavík verður lyklauppgerð í stríðnum um silvurmerkini, tá ið B36 fer á vitjan hjá meistarunum í NSÍ.

 

Skráin

EB/Streymur-Víkingur: Rúni Gaardbo

Skála-B68: Petur Reinert

NSÍ-B36: Lars Muller

HB-ÍF: Dagfinn Olsen

KÍ-B71: Eiler Rasmussen

Fyrsta bríkslið verður í øllum støðum kl. 15.

 

Støðan

EB/Streymur 47

B36 39

NSÍ 37

HB 36

Víkingur 35

B68 29

ÍF 26

KÍ og B71 21

Skála 18

Øll liðini hava spælt 22 dystir