Farin at møðast av at standa í stað

- Vit hava stríðst við at finna politiska semju um at nýskipa kommunubygnaðin í Føroyum í fleiri ár. Og eg má viðganga, at nú eri eg farin at møðast av hesum, so nú má tað røkka ella støkka. Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.

Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, ætlar samgongan, at tá ið næsta vælskeiðið hjá kommunustýrunum byrjar 1. januar í 2013, skulu tað bara verða níggju kommunur í Føroyum.

Men kommunurnar skulu ikki bara leggja saman fyri at leggja saman, tí tað skal vera eitt endamál við tí.

- Og endamálið er at geva teimum størri ábyrgd og fleiri málsøki at umsita

Tí er eisini semja í samgonguni um, at frá 1. januar í 2013, skal eldraøkið leggjast undir kommunurnar at verða umsitið.

Tað, sum politiski fylgibólkurin nú leggur dent á at finna semju um, er, hvussu

Annars er tað ein spurningur, hvussu verið við ætlanin at nýskipa fólkaskúlan, men har er ikki heilt semja, tí landsstýriskvinnan í mentamálum vil skunda undir ta tilgongdina, men aðrir partar í samgonguni vilja hava, at tað skal fylgja við broytingini í kommunubygnaðinum.

Tann stóra uppgávan hjá politiska fylgibólkinum verður nú at finna semju um, hvussu kommunurnar skulu fíggja tær eyka útreiðslurnar, tær fáa, tá ið tær fáa eldraøkið at umsita.

- Her eru ymsir møguleikar. Tosað hevur verið um eina kommunala útjavningarskipan, men tosað hevur eisini verið um at kommunurnar skulu fáa blokkstuðul til at fíggja

eldraøkið og aðrar uppgávur við, sum verða lagdar frá landi til kommunurnar at umsita.

Vit hava meiri um hetta á Portalinum seinni.