Tíðliga í morgun veit Reuters at siga, at eitt farmaskip í nátt er rakt av einari dronu.
Hendingin fór fram út fyri havnarbýnum Hodeida í Jemen.
Reuters endurgevur Ambrey fyri at bera tíðindini um hendingina.
Sagt verður, at farmaskipið hevur fingið smærri skaðar í bakborði.
Sambært Ambrey hevur eingin av manningini fingið løstir í hendingini.
Ambrey er tað, tey rópa Global Maritime Risk Management.