Farmaskip sigldi á grynnu og á brúgv

Danska sjóferðslustýrið kannar nú, um alt er í lagi umborð á einum farmaskipi, sum sigldi bæði á land og eina brúgv, tá tað var á veg ígjøgnum Limfjørðin í gjár.

Skipið, sum eitur Marion K, sigldi fyrst á eina grynnu úti fyri býnum Løgstør. Tað eydnaðist skipinum at sleppa avaftur, men tá tað skuldi halda leiðina fram til Aalborg, bar skipið við Aggersundbrúnna. Skipið rakti ein av steyrunum undir brúnni, men hvørki brúgvin ella skipið fingu kortini nakran stórvegis skaða.

Tá skipið loksins kom til Aalborg í gjárkvøldið, stóð løgreglan á bryggjuni. Skiparin og stýrimaðurin blivu kannaðir, men hvørgin var ávirkaður. Sjóferðslustýrið hevur kortini valt at halda skipinum aftur, meðan stýrið kannar, hví skipið hevði so stórar trupulleikar í Limfjørðinum í gjár.

Marion K er 1.100 bruttotons og skrásett í oyggjalandinum Antigua og Barbuda. Skipið hevur tóma last.